Fult umfar er í effodeildini seinnapartin í dag, og Rás2 er sum so ofta áður til reiðar at siga frá tveimum dystum.
Hilmar Jan Hansen fer at siga frá dystinum í Sarpugerði í Norðragøtu millum Víking og NSÍ, sum byrjar klokkan 15. Tróndur Arge fer at siga frá dystinum við Djúpumýru í Klaksvík millum KÍ og B36, sum eisini byrjar klokkan 15. Fylgt verður við og kunnað verður frá gongdini í hinum trimum dystunum, sum allir byrja klokkan 15. Teir eru TB/FCS/Royn-07 Vestur, HB-Skála og ÍF-EB/Streymur.
Ítróttarsendingin hjá Rás2 byrjar klokkan 13. Sendingin SportBoxin frá fríggjadegnum verður endursend millum klokkan 13 og 14.45.
Aftaná klokkan 17 verður sendingin "Triði Hálvleikur" á skránni, har prátað verður við Heðin Askham, venjara hjá EB/Streymi, Dánjal á Lakjuni, ÍF, Trygva Mortensen, venjara hjá 07 Vestur, Maurice Ross, venjara hjá TB/FCS/Royn, Paula Poulsen, venjara hjá Skála, og ætlandi Sigfríð S. Clementsen, venjara hjá HB.
Samanumtøkur, myndir og ljóðsamrøður koma út á in.fo seinni í kvøld.
In.fo fer eisini at fylgja umfarinum í effodeildini, sum verður spælt í dag.