Rás2 sigur frá Neistin-H71 klokkan 16

(Rás2) Tróndur Arge sigur frá seinnu hálvfinaluni, har H71 er á odda 27-25 frá fyrra dystinum

Stórur spenningur er um seinnu hálvfinaluni í Faxe Kondi kappingini hjá monnum, har H71 er á odda 27-25 frá fyrru hálvfinaluni í Hoyvíkshøllini.

 

Seinna hálvfinalan millum Neistan og H71 í høllini á Hálsi byrjar klokkan 16.

 

Tróndur Arge sigur beinleiðis frá dystinum á Rás2.

 

Øll kunnu lurta eftir dystarfrásøgnini á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 91,7, FM 95,9 og á FM 98,7.

 

Ljóðsamrøður og myndir koma út á in.fo seinni í kvøld.

 

Í sendingini á Rás2 verður fylgt við gongdini í dystinum millum VÍF og Kyndil, har Kyndil er á odda 28-25 frá tí fyrru hálvfinaluni.