Í kvøld eru fýra dystir á skránni í effodeildini. Talan er um 20. umfar.
Rás2 fer at siga frá tveimum av teimum fýra effo-dystunum.
Árni Gregersen sigur frá dystinum millum Skála og Víking, sum byrjar klokkan 18, og Petur Asbjørn Lervig sigur frá dystinum millum 07 Vestur og KÍ, sum byrjar klokkan 18.30. Fylgt verður við gongdini í hinum báðum dystunum, sum byrja klokkan 18. Teir eru ÍF-HB í Fuglafirði, og EB/Streymur-TB/FCS/Royn, sum verður spældur í Streymnesi.
Sendingin á Rás2 byrjar klokkan 17.15 við upptaktsprátum.
Aftaná dystirnir eru lidnir verður sendingin "Triði Hálvleikur" á Rás2.
In.fo fer at hava tekstfrásøgn frá øllum fýra dystunum. Samanumtøkur, myndir og ljóðsamrøður koma út á in.fo seinni um kvøldið.
Øll kunnu lurta við á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 95,9 og á FM 98,7.