Rás2 spennir seg út við betrideildarfótbólti 2. hvítusunnudag, har sent verður millum klokkan 14 og klokkan 20.30.
Byrjað verður við upptakt klokkan 14 sum Petur Asbjørn Lervig skipar fyri.
Klokkan 15 sigur Rás2 frá dystinum millum B36 og Vìking á ovara vølli í Gundadali í Havn. Klokkan 17.15 verður sagt frá dystinum millum AB og KÍ úti í Vika á Argjum, og klokkan 18 verður sagt frá dystinum millum HB og EB/Streym á ovara vølli í Gundadali í Havn. Rás2 fer at hava heimildarmenn til dystirnar Skála-Suðringar og 07 Vestur-NSÍ, sum báðir byrja klokkan 15.
Frásøgumenn hjá Rás2 verða Tróndur Arge og Hilmar Jan Hansen. Øll kunnu lurta við á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og á FM 98,7.
Samrøður verða við umboð fyri øll 10 liðini í effodeildini.
In.fo fer at hava beinleiðis tekstfrásøgn frá øllum fimm dystunum. Samanumtøkur, myndir og ljóðsamrøður koma út á in.fo seinni um dagin.