Rás2 sigur frá trimum effo-dystum hetta vikuskiftið

Sagt verður frá einum dysti leygardagin, og tveimum dystum sunnudagin

Rás2 spennir seg aftur út við fótbóltsfrásagnum hetta vikuskiftið.

 

Leygardagin sigur Tróndur Arge frá grannauppgerðini millum NSÍ og ÍF, sum verður spældur við Løkin í Runavík. Dysturin byrjar klokkan 15. Sendingin á Rás2 byrjar klokkan 14 við, at "Fótbóltspanelið" verður endursent fyrst. Leygardagin verður eisini fylgt við gongdini í dystunum í 1. deild, sum verða í morgin.

 

Sunnudagin sigur Tróndur Arge frá grannauppgerðini millum Víking og B68, sum byrjar klokkan 15 í Sarpugerði í Norðragøtu. Hilmar Jan Hansen sigur frá grannauppgerðini í Havn millum B36 og AB, sum eisini byrjar klokkan 15. Kunnað verður frá gongdini í dystunum KÍ-Skála og TB-HB. 

 

Til ber hjá øllum at hoyra sendingina á www.midlar.fo, á FM 88,7, FM 95,9 og á FM 98,7.

 

Tað verður eisini beinleiðis frásøgn á in.fo frá øllum fimm dystunum í effodeildini hetta vikuskiftið.