Hetta vikuskiftið fer Rás2 at siga frá tveimum flogbóltsdystum í meistaradeildini hjá kvinnum og monnum.
Óli G. Samuelsen, sum er væl kendur í flogbóltsumhvørvinum fer at siga frá dystinum í meistaradeildini hjá monnum millum Mjølnir og Fleyr, sum verður spældur í badmintonhøllini í Klaksvík, leygardagin klokkan 17.30.
Klokkan 13 sunnudagin fer Óli G. Samuelsen at siga frá dystinum í meistaradeildini hjá kvinnum millum SÍ og Fleyr, sum verður spældur vesturi í Sørvági.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Heri Simonsen hevði við Óla G. Samuelsen og Magnus Tausen, formann í flogbóltssambandinum. Tikið var samanum kappingina higartil, og mett var um dystirnar, sum verða spældir hetta vikuskiftið.
Leygardagin klokkan 13 spæla kvinnurnar hjá TB og Drátti í høllini í Trongisvági. Sunnudagin klokkan 15 spæla mennirnir hjá ÍF og SÍ í høllini á Kambsdali.