Rúsa seg við heilivági til dýr

Misnýtarar spæla við lívið

Tað er ikki ókent, at tey, sum eru bundin at rúsevnum, leggja nógv fyri í royndunum at fáa fatur á rúsevnum. Eitt nýtt rák, sum hevur tikið seg upp seinastu tíðina, er at bróta inn til djóralæknar eftir heilivági.


Jón Klein Olsen, limur í Fólkaheilsuráðnum, og leiðari á kanningardeildini hjá løgregluni, sigur, at seinastu tíðina hava tey fingið fleiri fáboðanir um, at innbrot hevur verið hjá djóralæknum, har heilivágur er stolin.


Men Jón Klein Olsen sigur, at hetta er serstakliga vandamikil leikur, tí heilivágurin, djóralæknar liggja inni við, er ætlaður dýrum og ikki menniskjum.


Djóralæknar hava eisini morfin og onnur evni. Men tey eru altso ætlað djórum og sumt av tí er blandað til ross, neyt, og onnur stórdýr.


- Ein skamtur av heilivági, sum er ætlaður at viðgera ross við, kann vera lívshættisligur hjá einum menniskja, sum er nógv minni og lættari enn eitt ross, sigur Jón Klein Olsen.


Les meira um evnið í VikuskiftisSosialinum, sum kom út í gjárkvøldið.