Rósan er eitt tekin um kærleika

Fyrsta konfirmatiónin í meiri enn 200 ár varð hildin í Mikladali páskadag. Teir fýra konfirmantarnir gjørdu allir sítt til at gera gudstænastuna hátíðarliga.

Mikladalur: Tað er ikki hvønndagskostur at konfirmatión verður hildin í Mikladali.
Og tað er heldur ikki á hvørjum degi, at vaksnamannadópur er í kirkjuni í bygdini.
Alt hetta fór kortini fram ein og sama dag, nevniliga páska-dag, tá fyrsta konfirmatiónin í 206 ár varð hildin í kirkjuni.
Henda dagin vórðu fýra ung-fólk úr Kalsoynni konfirmerað av sóknarprestinum Hans Eiler Hammer í teirri fullsettu kirkjuni.
Tey fýra, sum vórðu konfirmerað vóru: Jógvan Joensen av Trøllanesi, Ingibjørg Hansen úr Mikladali, Ólavur Syderbø og Joan Fríðudóttir Isaksen av Húsum.
Sangur og dópur
Hátíðarliga gudstænastan byrjaði sum allar hinar við klokkuringing og síðani præludium, meðan prestur og teir fýra konfirmantarnir gingu inn í prosesjón saman við skótum.
Tey hava gingið til prest, og undir hesi fyrireikingini hava tey eisini lagt upp til sjálvi at luttaka undir gudstænastuni.
Hetta byrjaði longu við inngangsbønini, sum Jógvan Joensen av Trøllanesi las. Tá komið varð fram til epistulin til henda hátíðardagin var tað Joan Fríðudóttir Isaksen, sum las hann upp.
Eftir næsta sálm var so vaksnamannadópur á skránni. Her vórðu tvær ungar kvinnur doyptar ? onnur konfirmanturin, Ingi-bjørg Hansen og systkinabarn hennara, tann 22 ára gamla Gunnvør Joensen.
Tá hesin parturin var liðugur fór Ingibjørg Hansen fram á kórsgáttina, har hon enn einaferð prógvaði ótrúligu sanggávur sínar, tá hon legði bæði sál og rødd í sangin "Jesus, hitt ein-asta".
Síðani gekk gudstænastan fyri seg við konfirmatiónini, har prestur gav teimum góð orð við á vegnum, eina Bíbliu við einum skriftarorði í, eins og hann handaði teimum eina reyða rósu.
- Henda reyða rósan er eitt tekin uppá Guds kærleika. Hon sigur, at vit øll eru elskað av Jesusi, so sum vit eru. Og hon sigur eisini, at hann vil verða við okkum teir dagar, tá tornarnar stinga og naga, legði Hans Eiler Hammer dent á.
Gudstænastan endaði við at Ólavur Syderbø las útgangsbønina, áðrenn klokkarin ringdi tey 9 sløgini og postludium varð spælt. Undir postludiuminum gingu konfirmantarnir út aftur í prosesjón ? út í tað vælsignaða páskaveðrið.

????????
Prædikutekstur til páskadag
Eingil kunnger kvinnunum Jesu uppreisn

v1 Og tá ið hvíludagurin var farin, keyptu Maria Magdalena og Maria, móðir Jákups, og Salóme vælangandi smyrsl fyri at fara at salva hann. v2 Og reiðuliga árla á morgni hin fyrsta dagin í vikuni koma tær til grøvina, um sólarris. v3 Og tær søgdu hvør við aðra: »Hvør skal velta okkum steinin burtur frá gravarmunnanum?« v4 Og tá ið tær hugdu upp, vórðu tær varar við, at steinurin var veltur frá, tí at hann var ógvuliga stórur. v5 Og tær fóru inn í grøvina og sóu ein ungan mann sitandi høgrumegin í síðum, hvítum klæðum, og tær ræddust. v6 Men hann sigur við tær: »Ræðist ikki! Tit leita eftir Jesusi úr Nasaret, hinum krossfesta; hann er risin upp, hann er ikki her. Hyggið, har er staðurin, har sum teir løgdu hann. v7 Men farið avstað, sigið við lærusveinar hansara og við Pætur: Hann fer undan tykkum til Galileu; har skulu tit síggja hann, soleiðis sum hann hevur sagt tykkum!«

???????
? Í dag biðja vit fyri
tí einstaka konfirmantinum
- Í dag er tað tú sum konfirmantur ið er miðpunktið, í øllum førum her í kirkju okkara. Í dag er tað tær vit biðja fyri. Tað er títt navn sum verður nevnt. Og eftir at tú hevur játtað at tú framvegis vilt liva lív títt saman við Jesusi, vilja vit biðja eina bøn fyri tær. Her verður biðið um, at tú mást blíva varðveitt og varðveittur inni hjá Jesusi, soleiðis at tú ein dag vilt fáa lut í tí himmlska ríkinum, segði Hans Eiler Hammer, sóknarprestur í prædiku síni til konfirmantarnar í Mikladali

Konfirmatiónsprædika
Eftir Hans Eiler Hammer

Hetta er dagurin sum eingin her á staðnum vil, ella kemur at gloyma! Hetta er dagurin vit hava sæð fram til í eitt ár nú. Hetta er uttan iva hin størsti fagnaðardagurin í Mikladals kirkju í mannaminnir. Hetta er eisini dagurin sum okkara trúføstu kirkjutænarar her á staðnum ígjøgnum ein mannsaldur vónaðu at uppliva og sum teir gleddu seg til. Men soleiðis skuldi ikki verða. Og mitt í fagnaðinum leita mínir tankar til teir og teirra.
Boðskapurin páskamorgun um at Jesus hevur brotið deyðans leinkjur er so sterkur, at hann sigur við okkum, at Jesu uppreisn gevur okkum eina vón og eina vissu fyri, at teir báðir sum livdu fyri Jesusi og boðaðu hansara boðskap ígjøg-num orðið, tónleikin og trúskapin eru upprisnir saman við Jesusi til eitt ævigt lív!! Og tí kunnu vit trúgva, at teir eru saman við okkum hesa løtu, um ikki likamliga, so í Andanum!

Ikki gloyma konfirmantin!
Eg havi varhugan av, at tað sita mong foreldur í dag og hava nógvar ymiskar tankar koyrandi í høvdinum. Tað eru túsund ting, sum skulu eydnast. Hetta er dagurin, hvar eingin av okkum skal snáva í nøkrum. Hvørki tit konfirmantar, foreldur ella eg sjálvur. Eisini er nógv gjørt til reiðar her á staðnum, 206 ár eftir seinastu konfirmatión her í Mikladali. Tá er tað lætt at blíva stressaður. Tí er tað uttan iva kanska onkur konfirmantur sum hugsar í tí stilla: Hvar eri eg í øllum hesum? Gloyma tey vaksnu at tað eri eg, sum eri miðdepilin í dag? Ella er alt hitt rundan um, meir týdningarmikið? Øll stúran og stákan?
Í Lukasar evangeliinum lesa vit um eina mammu og ein pápa sum gloyma konfirmantin hjá sær! Jesus er tólv ára gamal, og foreldrini hava verið saman við honum í Templinum, til hansara egnu konfirmatión, konfirmatiónin hjá jødunum. Men so hendir tað sum ikki skal henda ein slíkan dag sum henda:
Og tey høvdu verið har teir dagarnar, tá varð drongurin Jesus eftir í Jerúsalem, tá ið tey fóru heim aftur; og foreldur hansara varnaðu tað ikki. Men av tí at tey hildu, at hann mundi vera við í ferðalaginum, hildu tey leiðini fram ein dag, og tey leitaðu eftir honum hjá skyldfólki teirra og kunningum. (Luk 2,43-44)
Tá tvey so góð foreldur, sum Maria og Jósef kunnu gloyma konfirmantin, so kann tað uttan iva henda, at eisini onnur foreldur gloyma konfirmantin, í øllum stríðnum sum er í døgunum frammanundan fyri at fáa eina so góða konfirmatiónsveitslu sum yvirhøvur tilber. Og um nú konfirmanturin ikki er har sum foreldrini vænta at hann skal verða, so fær konfirmanturin mangan við órætti skuldina, eins og Jesus fekk skuldina av sínum foreldrum:
Og tá ið tey bóru eyga við hann, kom ræðsla á tey; og móðir hansara segði við hann:Barn mítt, hví gjørdi tú okkum hetta? Sí, faðir tín og eg hava við sorg og sút leitað eftir tær. (Luk. 2,48)

Í dag ert tú miðpunktið
Góðu konfirmantar! Í dag er tað tú sum konfirmantur sum er miðpunktið, í øllum førum her í kirkju okkara. Dagurin er í grundini tín, allur sum hann er.
Í dag er tað tær vit biðja fyri. Tað er títt navn sum verður nevnt. Og tá vilja foreldur, familja og faddrar reisa seg. Og eftir at tú hevur játtað at tú framvegis vilt liva lív títt saman við Jesusi, vilja vit biðja eina bøn fyri tær, hetta er ein bøn fyri ævinleikanum. Her verður biðið um, at tú mást blíva varðveitt og varðveittur inni hjá Jesusi, soleiðis at tú ein dag vilt fáa lut í tí himmlska ríkinum!
Tað eru mong saman við tær og tykkum konfirmantum her í kirkju okkara í dag. Hvør í sínum lagi hugsa vit øll um, hvussu tað fer at gangast tær, og vit ynskja øll tað besta fyri teg. Antin vit biðja fyri tær her við altarið, ella tað verður biðið fyri tær í kirkjubeinkinum, so er tað gott at vita, at tað er ein sum stendur aftanfyri teg og tykkum og okkum øll og sum vil tað besta fyri hvønn einstakan av okkum. Tað er hann sum byrjaði alt í lívi tínum. Tað er hann sum hevur givið okkum kirkjuna, dópin og upplæringina ella konfirmatiónina, og tað gjørdi hann í tí løtu hann segði við okkum:
»Mær er fingið alt valdið í himli og á jørð.Farið tí og gerið øll fólkasløgini til lærusveinar mínar, við tað at tit doypa tey til navns faðirsins og sonarins og hins heilaga anda,og við tað at tit læra tey at halda alt tað, ið eg havi boðið tykkum. Og sí, eg eri við tykkum allar dagar alt til veraldar enda. (Matt. 28,18-20)

Vit mugu ikki gloyma Jesus!
Maria og Jósef gloymdu konfirmantin í Jerusalem. Eg vóni ikki at nakar av tykkum konfirmantum verður gloymdur her í dag. Konfirmanturin hjá Mariu og Jósef var eingin annar enn Jesus sjálvur. Øll konfirmatiónin, og alt sum hevur við konfirmatión at gera, missir sín týdning um vit gloyma Jesus á konfirmatiónsdegi okkara.
Tað er sum við jólaevangeliinum. Um vit gloyma Jesusbarnið, so er bert hálmur og strá eftir. Um vit gloyma Jesus á konfirmatiónsdegi okkara, so er bert stríð, strev og stákan og ein vælsmakkandi matarbiti eftir!
Tað er bert ein orsøk til at vit sum kirkja bjóða tykkum ungu til kirkju okkara, tá ið tit eru komin í ein ávísan aldur. Ígjøgnum ymiska undirvísing, legu og konfirmatiónsguðstænastu, vilja vit verða trúgv ímóti Jesu boðum, tá ið hann sigur, at vit skulu gera menniskju til lærusveinar hansara, til næming hansara.
Góðu konfirmantar! Tað besta sum kann henda í tínum lívi er, at tú fylgist við Jesusi sum hansara næmingur. Ikki bert her í dag, men hvønn dag í lívi tínum.

Til kærleika!
Tað er eingin sum hevur elskað okkum menniskju sum Jesus! Tað trúgvi eg at tey flestu eru samd um. Tað er hesin kærleikin sum er pensum hjá Jesusi. Tað er henda kærleika hann vil, at vit skulu læra at kenna. Tá Jesus sigur við lærusveinarnar at teir skulu læra teir nýggju lærusveinarnar at halda alt tað, ið hann hevur boðið teimum, so er tað kærleikan hann tosar um. Tí við kærleika møtir hann okkum menniskjum.
Við kærleika letur hann seg sjálvan uppí ránsmannahendur í Getsemaneurtagarði. Við kærleika nevnir hann sín argasta fígginda fyri vin: Vinur mín, hví ert tú higar komin? Og við kærleika ríður hann inn í Jerúsalem Pálmasunnudag og tekur tigandi ímóti fagnaðarlovsonginum: »Hosianna, Dávids sonur. Og við kærleika tekur hann ímóti deyðadóminum: "Krossfest, Krossfest hann!" Og í dag, páskadag, brýtur hann deyðans leinkjur, av eini einari orsøk: Av kærleika til tín og mín!! Jú kærleikin er og verður tað berandi í tí sum hann í dag ynskir at læra tykkum og okkum øll.
Og í dag spyr hann tykkum, um tit vilja verða trúgv ímóti tí kærleika sum hann hevur elskað tykkum og okkum øll við. Má tí tað lyftið sum tit í dag geva, verða eitt lyftið sum tit geva av hjarta, og sum tit eru trúgv ímóti líka til veraldar enda.
Tí Páskamorgun vitnar fyri okkum, at deyðin hevur mist alt sítt ósigrandi vald. Tí Jesus sigur: »Eg eri uppreisnin og lívið; tann, sum trýr á meg, skal liva, um hann so doyr; og hvør tann, sum livir og trýr á meg, skal aldri um ævir doyggja;"
Øll vit sum eru á veg ímóti deyðans myrku nátt, kunnu í trúnni á hin upprisna og livandi Jesus Kristus við vissu líta á hetta lyftið sum Jesus sigur við okkum: tann, sum livir og trýr á meg, skal aldri um ævir doyggja;
Prísaður verið Guð fyri henda veldiga boðskap!
Gleðiligar páskir í Jesu navni og tillukku við degnum øll Mikladals og Tøllanes bygd, ja øll Kallsoyggin! Amen.
???????
Bøn frá konfirmantunum

Til konfirmatiónina høvdu teir fyra konfirmantarnir sjálvir gjørt eina bøn, sum er soljóðandi:
Góði Guð. Vit takka tær fyri alt, sum tú hevur givið okkum, mat, klæðir, heilsu og heim og alt annað sum tú vælsignar okkum við hvønn dag.
Takk fyri, at tú doyði á krossinum fyri okkum syndarar. Takk fyri, at tú reis upp frá deyðum. Takk fyri, at vit ein dag skulu rísa upp. Takk fyri, at tú hevur lovað teimum sum trúgva á navn títt, at vit ein dag skulu síggja teg og altíð verða saman við tær. Hjálp okkum at minnast til hetta, eisini tær løtur tá ið vit eru kedd!!
Vit vilja eisini takka tær fyri at tú ert við øllum teimum sum komu livandi frá flóðalduni og biðja teg um at verða við øllum teimum sum enn eru saknað. Vit biðja eisini fyri teimum heimleysu. Gev tú teimum mat og klæðir og eitt gott og trygt heim. Verð eisini við øllum teimum avvarandi. Takk góði Guð fyri alt tað sum tú hevur gjørt fyri tey sum rakt eru í hesi vanlukku. Styrk tú tey í sorg og sakni teirra.
So biðja vit teg um, at tú mást verða við okkum øllum her í dag. Takk fyri, at vit á henda hátt kunnu koma saman fyri at hoyra orð títt. Takk fyri, at vit kunnu trúgva, at tú vilt geva okkum ein góðan dag í kirkjuni. Fyrigev okkum syndir okkara og leið okkum øll á tann rætta vegin her í lívinum. Ja, hjálp okkum so vit einki skeivt gera í tí dagliga lívinum.
Tað biðja vit um í Jesu navni. Amen.