Rúsdrekkakoyring ein afturvendandi trupulleiki

Hetta vikuskiftið hevur verið eitt av teimum turru, men heldur vátligu. Fýra bilførarar eru tiknir fyri at koyra við kenning, og ein hevði enntá stolið og rent bilin útav

112

Rógvi Nybo

[email protected]


Tað tykist vera torført at fáa boðskapin til bilførarar í Føroyum, at rúsdrekka og koyring ikki hoyra saman.

Veðrið hevur verið av tí fagrasta, og bátastevnan í Vestmanna savnaði sera nógv fólk leygarkvøldið og sunnunáttina.

Hetta merkti løgreglan eisini aftur í teirra arbeiði, tá fleiri fólk hava trupult við at lata bilin standa, hóast tey eru ávirkaði av rúsdrekka.

Um klokkan 2 sunnunáttina varð ein bilur steðgaður í Kaldbaksbotni, og vísti tað seg sum at førarin var ávirkaður av rúsdrekka.

Tá sunnumorgunin nærkast, og dansurin á bátastevnuni er av, steðgar løgreglan einum bili omanfyri Kvívík. Hesin førarin hevði verið á bátastevnu, og ætlaði sær at koyra til hús, hóast hann ikki var nóg edrúur til at føra bil.


Tvørtur um lóg og veg

Ein bilførari helt sunnumorgunin um klokkan 8 seg heilt víst hava fatur í tí rætta, tá hann settist aftanfyri róðrið.

Hvørt tað var rúsdrekka ella okkurt annað, ið hevði ávirkað evnini at skyna munin á røttum og rangum, er ilt at gita, men tá til stykkis kom, var førarin farin tvørur av bæði lógini og vegnum í einum bili, hann einki átti í sjálvur.

Hann hevði nevniliga stolið bilin, og var farin útav Ovara vegi í Vestmanna.

Klokkan 9 sunnumorgunin royndi ein ikki heilt edrúur bilførari helst at sníkja seg til Havnar eftir Oyggj. Á Oyggjarvegnum rendi hann seg tó í lógina, og varð tikin av løgregluni, ið helt eyga við bilum á Oyggjarvegnum.