Rósing Rasmussen 75 ár

Í dag, mikudagin 27. oktober, verður Rósing Rasmussen í Runavík 75 ár

Hann hevði í mong ár bilsølu í Runavík, og nógvu tey seinastu árini hevur hann nýtt nógva tíð og orku at ferðast til Rumenia í sambandi við kristiligt hjálpararbeiði.
Rósing er ættaður úr Søldafirði. Foreldrini vóru Poulina og Per Rasmussen, Per uppi í Toft, sum bæði var bóndi og skipari. Tey bæði fingu tólv børn: Noomi (1919), Ester (1920), Anna (1921), Rasmus (1922), Noomi (1924), Inger (1925), Jafet (1927), Steinvør (1928), Rósing (1929), Bergliótt (1931), Sámal (1932) og Jafet (1940). Tann fyrra Noomi doyði ein mánað gomul, Anna doyði í 1953, Rasmus, sum var bóndi, doyði í 1992, Inger doyði í 1986, tann fyrri Jafet doyði í 1939 og Bergliótt ella Begg, sum hon varð nevnd, doyði í 1993. Noomi, Sámal og Jafet búgva í Søldarfirði, Ester býr í Danmark, Steinvør á Skála og Rósing í Runavík.
Føðingardagsbarnið var blaðungur, tá ið hann fór til Havnar at læra til bilsmið hjá Wensili Petersen. Seinni sigldi hann - bæði úti í stóru verð við gasstangabáti og sum motorpassari við fiskiskipi. Verfaðir hansara, Andrias Hansen í Túni á Toftum, keypti í fimmti árunum Eyðbjørg úr Vestmanna og gav henni navnið Mjóvanes. Jógvan Ingvard Olsen var skipari, og Rósing var motorpassari. Fyrsta túrin vóru teir í so ógvusligum ódnarveðri, at tað varð roknað við, at teir fóru ikki at bera boð í bý. Rósing hevur ofta tikið til hesa ferðina, og hvussu ovurfegin verfaðirin var, tá ið teir aftur høvdu vunnið upp land, og alt mansskapið var komið aftur í øllum góðum.
Tað var í bilsølu og veitingum í tí sambandinum, at Rósing útinti sítt lívsstarv. Pápi hansara hevði keypt eina barakk, tá ið bretarnir vóru farnir úr aftur Søldarfirði eftir kríggið. Í hesi barakkini fór Rósing at arbeiða upp á bilar. Fyrst í seksti árunum bygdi hann ein verkstaðsbygning á somu grund, og har umvældu teir bilar og seldu bensin.
Í fimmti árunum fór Rósing so smátt at selja bilar. Í fyrstu atløgu seldi hann bilar fyri Kissa Christiansen og Petur Háberg, sum áttu bilasøluna Norrønu. Eitt nú seldu teir Triumph og Standard bilar.
Seinni fór Rósing, sum var tiltikin sølumaður, sannur gentlimaður og føddur optimistur, at selja fyri seg sjálvan. Hesin parturin av fyritøkuni hjá honum helt til í Runavík. Bilmerkini, sum hann bjóðaði fram, vóru eitt nú Studebaker, IH (International Harvester), Simca, Skoda og Saab. Í 1963 gjørdist Rósing umboðsmaður fyri Toyota, og í 1966 løgdust Scania bilarnir afturat. Hetta var júst um tað mundið, tá ið ferð kom á útbyggingarnar av samferðslukervinum, og tá ið alt fleiri føroyingar fóru at fáa sær privatbilar. Rósing seldi Scania lastbilar til teir, sum eitt nú arbeiddu í tunnlum, havnum og vegum, og Toyota bilar til privata nýtslu og hýruvognar.
Í sjeyti árunum seldi hann heilt fitt av Scania bussum, og tá var tað, at Rósing eisini fór undir so at siga at útgera lastbilar eftir tørvinum hjá teimum, sum keyptu. Tað gjørdi hann í Gøtu, har hann meiri ella minni hevði bilverksmiðju, um tað ber til at siga tað soleiðis.
Talið á bilum, sum Rósing seldi frá bilsøluni í Runavík og eisini í Havnini, var væl omanfyri túsund, áðrenn hann gavst við hesum í 1980. Tá hevði hann havt heilt nógv fólk í arbeiði.
Í áttati árunum var Rósing í fleiri ár vitapassari á Hirshólminum nakað uttanfyri Frederikshavn. Har var hann saman við fleiri úr familjuni, sum eisini arbeiddu har um hetta mundið.
Rósing giftist í 1951 við Liss, sum er ættað uttan av Toftum. Tey búsettust við Løkin í Runavík, og tey fingu seks børn: Anna (1953), Bogi (1958), Beinta (1960), Ingun (1962), Rógvi (1963) og Gudny (1967). Anna býr í Keypmannahavn, Bogi, Ingun, Rógvi og Gudny í Runavík og Beinta í Havnini. Abbabørnini eru tjúgu og langabbabørnini fýra.
Liss og Rósing hava havt eitt gott heim, har gestablídnið hevur verið stórt. Tey hava verið drúgv og trúgv í Berøa í Saltangará.
Síðani tey gjørdust pensionistar hava tey bæði ikki ligið á løtu síðuni. Nú munnu tað vera eini 12 ár síðani, at Rósing fyrstu ferð fór eystureftir í hjálparveitingarørindum. Síðani tá hevur hann saman við øðrum verið óteljandi ferðir í Rumenia, og Liss hevur ofta verið saman við honum. Teinurin aftur og fram er hvørja ferðina 6-7 túsund kilometrar, men tað er ikki nakar trupulleiki. Ferðirnar tykjast at vera balsam fyri bæði likam og sál hjá teimum báðum, og felagsskapurin millum tey, sum luttaka á hesum ferðunum, er ógvuliga góður. Tey hava hitt eina rúgvu av fólki eystanfyri, og vinaskarðin er nógv øktur. Bæði eru tey góð frásøgufólk, og tá ið tey tosa um og greiða frá ferðunum til og umstøðunum í Rumenia, lívgast tey rættuliga upp. Myndin av teimum báðum er tikin á einari av mongu ferðunum í Rumenia.
75 ára føðingardagurin verður hildin í kappróðrarneystinum á Glyvrum, har tað verður opið hús frá klokkan fýra seinnapartin í dag.