Grótídnaður
Skopun:
Føroyska tinghúsið skal partvís klæðast við gróti. Føroyskum sjálvandi. Men tað má gerast klárt í Skotlandi, tí einki hóskandi virki er í Føroyum til endamálið.
Í høvdahaga í Skopun høgga teir stórar blokkar av góti. Teir verða fluttir við lastbilum Heim á Sand, har farmaskipið hjá Skipafelagnum er eftir teimum og flytir teir til Aberdeen.
Í Aberdeen verða blokkarnir sagaðir og poleraðir og viðgjørdir annars, áðrenn teir koma aftur til Føroya.
Afturkomnirtil Føroya skulu teir viðgjørdu steinarnir setast upp móti grundini á nýggja millumbygninginum millum gamla tinghúsið og telefonverkshúsið. Eisini skal nakað brúkast til trappur hjá tingmonnum og øðrum góðum fólki at ganga á.
Í Aberdeen verður grotið viðgjørt á sama virki, sum eisini ger nýggja skotska tinghúsið. Men grótið, sum har verður brúkt, er tikið úr heimligum umhvørvi í Skotlandi.
Óli Nielsen, gróthøggari í Havn, hevur staðið fyri tí praktiska við at loysa blokkarnar í Skopun og fáa teir av landinum. Tilsamans eru eini 150 tons av gróti farin til Skotlands, sigur hann.
Grundin til, at grótið verður tikið úr Skopun, er tann, sigur Óli Nielsen, at har kemur tann einasta føroyska lindin, sum hevur egnað grót til so stórar blokkar, sum brúk er fyri, undan.
Hendan lindin liggur ovarlaga í Mykinesi, í Høvdaaga í Skopun, og í Suðurstreymoy við Argjahøvda og á Boðanesi.
Fyrr varð grót sprongt úr grótbrotinum á Boðanesi, men tað er nú friðað. Tí verður slíkt grót tikið úr Høvdahaga ístaðin.
Tað hevði ivaleyst verið bíligari at klætt tinghúsið við útlendskum gróti, heldur Óli Nielsen, uttan tó at vilja siga nakað sum helst um, hvat hetta kostar.
?Men tað ber nú ikki so væl til at fara klæða føroyska tinghúsið við útlenskum gróti. Tað má vera føroyskt.