Í dag og í morgin verður stevna á Hotel Føroyum um burturkast á havinum. Norðurlendska ráðharraráðið fíggjar og Heilsufrøðiliga Starvsstovan skipar fyri Í tveir dagar skulu norðurlendskir myndugleikar fundast um úttveiting av burturkasti frá skipum. Hetta er ein trupulleiki, sum fokus hevur verið settur á seinastu árini í sambandi við, at tjóðir kring allan heim gerast alsamt meiri at sær komnar tá tað snýr seg um umhvørvið.
Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur seinastu åarini roynt at varpa ljós á burturkast á sjónum og hevur framt eina herferð undir slagorðinum »Koyr ikki á vestfallið«.
Og tað er mangt sum bendir á, at hetta hevur hjálpt. Tað gerst alsamt meiri vanligt, at skipini taka alt sítt burturkast við aftur til lands.
Ráðstevnan, sum byrjar á Hotel Føroyum í dag, hevur luttakarar frá øllum Norðanlondum, serliga frá umhvørvismyndugleikum, tekniskum nevndum í kommunum og havnafútum. Roknað verður við millum 70 og 80 luttakarum.
Norðurlendska ráðharraráðið fær eina frágreiðing um úrslitið av ráðstevnuni, og tað eru eisini teir, ið fíggja fundin.