Ráðstevna um førleikamenning

Mánadagin hin 16. mai verður stór ráðstevna um førleikamenning í høllini á Føroya Læraraskúla. Endamálið við ráðstevnuni er at seta fokus á førleikamenning í norðurlondum, og hvussu vit í Føroyum fáa sett á stovn eina samsvarandi skipan. Ráðstevnan um førleikameting fer at varpa ljós á betri møguleikar fyri førleikagevandi útbúgvingum til vaksin. Fólk skulu hava møguleikan at fáa mett um sínar fakligu førleikar, sum tey hava ognað sær í arbeiðslívi ella á annan hátt.

Í tíðindaskrivi vísir Mentamálaráðið á, at samfelagið setir krøv til, at fólk hava útbúgving og royndir í mun til ávísa starvið.

- Tí er umráðandi í samsvari við sjónarmiðið um lívlanga læring, at fólk, umframt at kunna menna sín kunnleika, eisini hava møguleika at fáa skjalprógvað tann førleika, tey hava fingið, bæði í arbeiði, felagslívi og í øðrum virksemi.

Mentamálaráðið sigur, at nevndu førleikar eitt nú kunnu verða góðkendir sum partur av útbúgving ella fyritreytum fyri at koma inn á eina útbúgving, eins og teir kunnu vera grundarlag undir persónligari menning.

- Málið er, at fólk kunnu dagføra sín førleika og vera virkin í arbeiðslívi og taka lut í samfelagslívi sum heild.

Fyrilestrarhaldarar úr Noregi, Danmark og Íslandi fara at greiða frá, hvussu førleikameting verður skipað og fíggjað í hinum norðurlondunum. Greitt verður eisini frá lógargrundarlagnum, týdninginum, ið vegleiðaraskipanin hevur í sambandi við førleikameting og frá teimum eftirmetingum, sum eru gjørdar í Danmark.

Eisini verður pallborð, har tikið verður saman um.

- Ráðstevnan er ætlað øllum, sum arbeiða við ella hava áhuga fyri førleikagevandi útbúgvingum fyri vaksin, eitt nú partarnir á arbeiðsmarknaðinum, arbeiðsgevara-og arbeiðstakarafeløg, leiðarar í kvøld-og ungdómsskúlum og leiðarar og vegleiðarar í fólkaskúlum, heilsu-, yrkis-og vinnu-og miðnámsskúlum.

Tað er Mentamálaráðið, sum skipar fyri ráðstevnuni í samstarvi við SVL og NVL, sum eru ávikavist ráðgevingarbólkur og norðurlendsk netverksskipan fyri vaksnamannalæring undir Norðurlendska Ráðharraráðnum.