Kendi danski ráðgevin, Tine Bryld, verður gestarøðari á stórari ráðstevnu um kynsligan ágang móti børnum, sum Barnabati skipar fyri síðst í apríl Undir heitinum ?Kynsligur ágangur ? hjálp og viðgerð til offur og skemmara? skipar Barnabati fyri ráðstevnu á Hotel Føroyum um kynsligan ágang móti børnum.
Á ráðstevnuni, sum verður í døgunum 27. & 28. apríl, verða vitjanir úr Danmark, umframt at føroyskir serfrøðingar og starvsfólk, ið eru um skemda og skemmara, greiða frá teirra arbeiði.
Tine Bryld, kendur ráðgevi og rithøvundur, greiðir frá sínum sambandi við børn, ið hava verið fyri kynsligum ágangi. Hetta verður undir yvirskriftini: Tá vaksin gera seg kynsliga inn á børn.
Hitt yvirskipaða evnið er: Tá børn gera seg kynsliga inn á børn. Her greiða serfrøðingar frá Projekt Janus í Keypmannahavn frá viðgerðarhátti til børn og ung við skemmara-atburði.
Les meira á www.barnabati.fo.