Ráðstevna um religión og kritikk

- í Norðurlandahúsinum tann 23.07.2011

Stóri salur var fullur av fólki, sum høvdu leita sær niðan í metanarháborg norðurlanda og landsins, fyri at hoyra eitt vitborið troystarins orð niður á fastandi hjarta - meðan ættarbrøður okkara fyri eystan venaðu seg eftir sváru náttarvøkuna í sorg og rúilsi og sjálvrannsakan yvir, at ein stórur skari av blómandi ungdómi var vorðin slaktaður niður av einum ovurhonds illmenni – og av einum av teirra egnu - !?

Skráin
Skráin var ikki nakað heimsspekiligt nýbrot: “Er Gud deyður?” Seks fyrilestrahaldarar. Lýstir at vera millum gløggastu heilar landsins. Soleiðis var leisturin. Fyri 300 kr. - kontant.

Teir fyrstu tveir talararnir høvdu gjørt sær ómak og sakliga sett seg inn í teirra evni, og sum blivu væl framborin.

Jú, okkurt vitsti tú áður, so til bar at hugsa okkurt meðan orðini fullu, eitt nú hetta – “Hvat hevði tann fyrsti talarin - í vitan og humori - ikki kunna tilført almenna kringvarpsmonopoli landsins, sum tílnevndur nevndarformaður á sinni?” -. Men ta søguna - um okkara heimføðisligu og sekterisku journalistar, tað minnast tey flestu nokk enn – “. ( Hann tók seg bara aftur.)

Tann næsti røðarin var eisini á heimabeiti. Bæði lítillátin, greiður og búgvin. Tá rann fram fyri meg hetta: “Hevði hann - við sínum gávum at seta orð saman - ríkað okkara skaldskaparmeingi enn meiri? Um hann ikki – soleiðis kanska í fyrra lagi - fekk virðisløn Norðurlandaráðsins í bókmentum (Tann lítla Nobelprísin)? Og mann hann ikki fara at koma við meiri um stund?

Soðið
Sum frá leið tyntist soðið nakað. Ella var tað kanska bara egin hugbindindi, sum áhoyrari, sum natúrliga fánaði, sum dagurin leið?

Tú fekst jú at hoyra eina ørgrynnu um: hvat ymsir útlendskir úrmælingar hildu um mangt og hvat. “Há trummar í høll hermenn ríða fram. Jomfrú leikar í lundum við tann edilmann - “

Citatini dýktu, sum heglingur úr øllum ættum. Á torskildum fremmanda- og nýyrðismáli landsins. Men er hetta nú nokk fyri so gløggar heilar? Tí hugsar nakar nakað sjálvur í dag – eftir ta obligatorisku studentikosu kynsbúningina á einum hægri lærustovni?

Og “upp-aftur-heitað-knettir” kunnu smakka væl fyri tann svanga, men fyri tann meiri enn hálvmetta, er tað ikki so leskiligt.

Darwin, gamli, bleiv støvaður av og poleraður, so at ikki var hár eftir á skalluta skalla hansara. Hesin vituliga vitugi – hiðanifarni - skuldi fyri alt í verðini hava sín “sekteriska” rætt ! Ja, enntá varð undirtøkan - úr tí ofta ótýddliga USA - her tikin til inntøku fyri hansara áskoðan.

Júmenn, spyr onkur: hevur Darwin ella hansara deciplar kanska ikki nakað av rætti? Jú, kanska tað. Og hví ikki? Inntil okkurt annað og betri er komið upp at blása - .

Tí kann okkara ørstutta foldarlív, og tilvitanin frá steinaldarstigi til rúmdarferðir, sum nú einaferð bara er sum eitt brot-sekund at rokna - soleiðis í roynd og veru - kunna avdúka alt tað ovurhonds langa tilvísingartíðarskeiðið, sum tey kønu halda, strekkir seg yvir heilar 13,7 milliardir ár (uha) - síðani tann øvuti “Mønubresturin Mikli” – hetta “anti” “Tohu wa-bohu” – fekk skap og meining í Big Bang??

Ein gløggur og fólkaligur spyrjari vísti á, at sjálvt læknaligar sannroyndir halda bara eini 10 ár ella so nú á døgum? “Ja, kanska stytri enn tað”, legði heimspekingurin - við skálkabrosi - afturat.

Pensum
Til ber at siga, at meiriluta-vísindin hevur nú einaferð valt Darwin sum leist og pensum á lærustovnum. Og tað er so tað. Men eitt klæðiligt “kanska” kundi eisini verið í heinta í tímum teirra ungu. Tað av royndum, sært tú -!

Nakað sum høvundurin, Kamban, eisini dámliga vísti á í síni víðfevndu framløgu. Tí hvør veit, við vissu at siga, hvat ið rætt er? (“Op, al den ting - -“, Brorson, 1734.)

Og so fingu vit ikki sørt av akademiskum erkvisni eisini fyri pengarnar. Nakað soleiðis - “Ja, hvat heldur tú teg vera – kom ikki her (!)”

Og nakað av sekterismu eisini. Men er “sekterisma og anti-sekterisma” ikki í roynd og veru nakað tað sama? Alt eftir hvørjumegin abscissuna (talið á vatnrætta talraðnum) ið tú ert staddur – pluss ella minus, frá null til óendaligt, sum tú sjálvur velur? Sympati ella antipati?

Svarta bókin
Og citatini úr tí gomlu bókini við svartari permu kundu verið betri vald, tí tað er ónoktiliga ein fyrimunur – og helst ein akademisk skylda eisini - at ein hevur sett seg inn í tekstin, áðrenn talað ella citerað verður úr keldu.

Og tí heldur víst til rákaleiðir sum hesar: at um høvuðspersónin í Nýggja Sáttmálanum verður sagt í Jóh.ev. kap. 1.17: “ Tí lógin varð givin við Mósesi; men náðin og sannleikin eru komin við Jesusi Kristi”.

Og so eisini ta ómetaligu fjallataluna (Matt. ev. kap. 5 - 7) - hildin tá í einum hatskum og óndum umhvørvi – og sum tó enn hevur somu styrki – hóast mannamuran har um leiðir - og her hjá okkum við – støðugt krevur bata.

Tílík skriftstøð vísa til hugtakið “náði og fyrigeving”, og sum ein kaldur og herskin heimur ella aðrar “lógar-religiónir” ikki tykist at virða so nógv. Nei, velja heldur stikni - enn tolsemi.

Men kvinkar Darwin nakað við eksistensiellu tilveruviðurskifti mannaættarinnar? Fyri mær - ikki eitt vet!

Eitt svar hava apostilin Pætur (ein dagur sum 1000 ár) og høvundur Hebrearabrævsins (kap.11) longu lagt á lunn fyri eini 2.000 árum síðani. Av summum kanska mett: alt ov lættkeypt; men fyri mong - meiri enn nóg mikið!

Gerðandiskristni
Prestur tók at enda samanum, og lýsti hvat pietistiskur kristindómur hevði avrikað í Halle í Týsklandi fyrr og nú – eins og aðrar staðir.

Kom tá at hugsa um, at tvær sluppir fóru í 1932 við 38 monnum. Bara í einari bygd sótu 8 einkjur eftir við 27 børnum. Undir umstøðum, sum kendust nakað fjarar - frá teim djúpu stólunum í Norðurlandahúsins meginskála - henda dagin.

Hesar einkjur upplivdu tíðum, at væl av góðum mati stóð á trappusteininum, táið tað lýsti fyri degi, at so mikið var sligið av bønum, sum tær og børnini kundu náa at hoyggja fyri tann dagin, og at hvør teirra fekk frá bøndunum í bygdini eitt frælsi í haganum, er mær sagt.

Hvørjar hesar fjálgu hendur vóru – úr bygd ella úr grannabygdum – tað veit helst eingin.

Hetta er væl eisini kristindómur við innihaldi. Hetta uttan mun til hvørja kirkju ella fríkirkju tær ella hesar hjálpandi hendurnar hoyrdu til.

Og hevði tað kanska ikki verið hugfarsligt at hoyrt onkra av teimum – ella børnum teirra, sum enn eru á lívi – henda dagin í Norðurlandahúsinum – talað um, hvat ið tey halda um evnið: at “Gud er til !”

Loksins
At skipa fyri og leiða eina so stóra samkomu, sum henda dagin, tað krevur bæði tol og talent eisini.

Samanumtikið var tað ein “so-sum-so” dagur. Og hóast hann valla flutti nøkur mørk.

Alt var kanska ikki drivið gull, sum kom fram henda dagin. Og um umrøðan av valda evninum var vert tær 600 føroysku krónurnar fyri parið, kann hvør einstakur meta um.

Mær rennur til hugs, sum búðamaðurin “Hasj” segði á sinni: “ Um ikki føroyskar krónur - so íslendskar, meðni (!)“