Í døgunum 5. og 6. desember verður stór útbúgvingarstevna í Norðurlandahúsinum. Stevnan er ætlað teimum ungu, sum ivast í hvørja útbúgvingarleið tey skulu velja eftir miðnámsskúlan. Á stevnuni fara umboð fyri útbúgvingarstovnar í Bretlandi, Týsklandi, Noregi, Danmark og Føroyum at greiða frá um hvørji útbúgvingartilboð teir hava at bjóða føroysk-um ungum, ið ætla sær undir víðari lestur aftaná miðnámsskúlan.
Stevnan breiðir seg yvir tveir heilar dagar, fríggjadag og leygardag, og sum partur av stevnuni verður konsert hetta fríggjakvøldið í Norðurlandahúsinum, við millum øðrum Rútmiska kórinum í Hoydølum og Teiti Lassen, ið hevur játtað at koma til Føroya í sambandi við útbúgvingarstevnuna.
Í gjár almannakunngjørdi Holger Arnbjerg frá Altjóða Skrivstovuni, ið er ein av fyrireikarunum til stevnuna, stevnuplakatina, sum verður at síggja í øllum miðnámsskúlum komandi tríggjar vikurnar, til útbúgvingarstevnan "Markleys útbúgving" fer av bakkastokki.