Aalborg: Skråen fer neyvan í søguna, sum tað hugnaligasta og mest idylliska spælistaðið, Eivør hevur framført á. Men tað forðar ikki henni í, at enn einaferð at prógva, at í Eivør eiga vit føroyingar ein gimstein. Hølini líkjast ikki sørt einari gamlari verksmiðju og hava ein ósjarmerandi grønan lit. Hóast umstøðurnar hava heilt fitt av fólki leitað sær at lýða á í kavaveðrinum.
Hetta eru ikki fólk, tú vanliga ber eyga við um vikuskiftini á tiltiknu Jomfruane gade í Aalborg. Her er ein samanrenning av nógvum ymiskum fólki. Tú sært bæði eldri gráhærdar damur og fittar ungar diddur. Einstakir mentanarpávar við longum sleiktum hárið aftureftir, í síðum frakkum og smørtum brillum hava eisini leitað sær á Skråen at lurta. Meðan bæði ungu og eldru kvinnurnar hava lætt við smílast og murra stillisliga við forvitnisligu framførsluni hjá Eivør, sita mentanarpávarnir alvorligir og pinnastillir.
Sum altíð, tá eitt tiltak føroyskt tiltak er skránni, eru føroyingarnir í Aalborg møttir mannsterkir upp. Her er alt frá edrúum føroyskum superligaspælarum til fullar menn í svørtum leðurjakkum. Føroyingar eru kortini langt frá í meiriluta á Skråen í kvøld.
Djørv
Tað er singer/songwriter kvøld á Skråen, og høvuðsnavnið er føroyska songkvinnan Eivør Pálsdóttir. Gøtukvinnan hevur verið á Danmarkarferð hesa vikuna, og hetta fríggjakvøldið um miðjan februar framførir hon í kavaskrídda Norðurjútlandi.
Lat tað verða sagt enn einaferð: Heldur ikki hesaferð skuffaði Eivør. Framførslan í Aalborg var, sum altíð, frálík og fjølbroytt. Einsamøll á palli skiftandi við kassagittara, trummum og elektriskum gittara sýndi hon gestunum, at føroyingar kunnu vera ernir av Eivør.
Eivør leggur varisliga út, og langt er millum eyðkendu hvínini og skríggini frá evnaríku songkvinnuni úr Gøtu. Hæddarpunktið var óivað, tá hon við berum bibbum og trummuni undir hond spældi ótrúliga sterka lagið, Trøllaundin, fyri fullum útblástri. Hetta var lagið er eisini heitislagið á fløguni, Eivør hevur givið út saman við DR BigBand.
Tað munnu verða konufólkini, ið eru í yvirluta í kvøld. Tað er ein hugnaligur stemningur, og á borðunum sæst alt frá øl til kaffikrúss, Irish Coffee gløs og pepsifløskur.
Og eisini tónleikurin hjá Eivør fevndi rættiliga breitt hetta kalda kvøldið. Vit fingu møguleika at hoyra coverløg heilt úr Sumba til Jameika.
Eivør var so mikið djørv at royna sína egnu útlegging av yrkingini hjá Poul F. Átjan, sum Hanus G. Johansen hevur gjørt til føroyska fólkaogn fyri nógvum árum síðan. Eisini royndi hon seg við klassikaranum No Woman No Cry hjá Bob Marley. Hennara útleggingar eydnaðust so mikið væl, at hvørki Bob Marley ella okkara egni Poul F hava neyvan nakað at finnast at.
Umframt hetta, dittaði hon sær eisini at fara undir onnur coverløg sum frálíka lagið hjá Kim Larsen Om lidt frá fløguni Forklædt som voksen og jazzklassikarin Summertime.
Framførslan var ein samanrenning av penum balladum so sum svenska lagnum Fågeln og um systrarnar báðar Elinborg og Elisabeth Mariu og meira rockkendum løgum sum Trøllabundin og Nú brennir tú í mær.
Meðan friðarligu balladurnar ljóma, sita øll pinnastill og lurta við andakt. Og tað er heldur ikki nakað nýtt, at við Eivør flýgur tíðin avstað, so skjótt er hálvur annar tími av fagrastu tónum farin framvið, og áhoyrarnir í norðurjútska høvuðsstaðnum kundu síðani leita sær út aftur í kavan. Nøkur vaggandi og onnur murrandi. Og hvør veit, um Eivør ikki fer í tónleikasøguna, saman við øðrum góðum fólki sum Kim Larsen, Poul F. og Bob Marley.