Rútasorl í stórum stíli

Sosialurin fyri 25 árum síðan. Brot úr Sosialinum 18. januar 1983.

Herverk, innbrot og stuldur stóðu í døgnrapportini hjá politinum í Havn fyri leygardagin og sunnudagin.


Leygarnáttina vórðu 25 rútar knústir í Kommunuskúlanum og í Sankta Frans skúla vóru 10 rútar brotnir. Í Fimleikarhøllini í Sankta Frans skúla var ein eldsløkkjari tømdur út á gólvið og í barnagarðinum vórðu 2.500 krónur stolnar. Sunnunáttina var innbrot í handlinum hjá S.H. Jacobsen á Bryggjubakka, 4.000 krónur og eitt útvarpstól vórðu stolin. Sama vikuskiftið vórðu fimm persónar tiknir fyri spirituskoyring.


Annars skrivar blaðið m.a. at býráðið í Havn samtykti týskvøldið at seta Hanus Iversen, jurist, í starv sum skrivstovufulltrúa hjá býráðnum, at býráðið hevði eisini samtykt at einki verður gjørt burturúr at komandi ár eru 75 ár liðin síðan kommunan gjørdist keypstaður.

Boykotta Ánirnar


Í november góvust oljubilarnir hjá Esso og Shell í Klaksvík at koyra olju til fólk sum búgva norðuri í Ánunum, tí at vegurin til Árnirnar er ikki tryggur nokk, og tí at møguleikin fyri at venda tí stóra oljubilinum har norðuri eru rættuliga skerpaðir. Fólk í Ánunum vóru sera misnøgd við at tey, sum gjalda skatt í Klaksvík, verða noydd at dragsa olju heim í dunkum.


Í ritgerðarkappingini um torvarbeiði hjá Fróðskaparsetrinum fekk Petur J. Sigvardsen í Havn fyrstu virðisløn, John í Skemmuni í Porkeri fekk aðru virðisløn og Jákup Olsen í Sandvík fekk eyka virðisløn fyri fotomyndir. Inn komu 17 handrit. Í dómsnevndini sótu Maria Ejde Petersen, Kristian Djurhuus og Ólavur Clementsen.