Rætt klødd til arbeiðis

Skjúrta, troyggja, blus ella toppur?
Tá tú stendur frammanfyri klæðnaskápinum um morguninm er tað nógv ymiskt, ið avger hvat tú velur at lata teg í. Títt starv og tær klædnareglur, ið eru har, stýra nógv.
Vit hava tosað við nakrar fyritøkur um, hvussu tey vilja, at teirra starvsfólk skulu lata seg í.

Kringvarpið

- Eg vil vera væl ílatin tá eg komi inn í stovuna hjá fólki

Fýra kvøld um vikuna koma Jónsigurd Johannesen og Sigrún Brend inn í stovuna hjá flestu føroyingum. Tey bæði eru tá smurd og klædd av stylistinum Ingibjørg Jacobsen.

Jónsigurd Johannesen sær nøkulunda líka út kvøld aftaná kvøld. Hann er í skjúrtu, einlittum ella stríputum slipsi og klædningsjakka.

Sigrún harafturímóti er í ymiskum klæðum hvørt kvøld. Oftani er hon í sterkum litum, eftirsum tað er tað hon passar best í.

Ingibjørg keypur og lænur øll klæði til vertirnar í Kringvarpinum.

- Mannfólkini kunnu verða í tí sama fleiri ferðir, so til teir keypi eg. Men til Sigrún má eg lána klæðim eftirsum hon ikki kann vera í tí sama, tí tá koma viðmerkingar um tað, sigur Ingibjørg Jacobsen.


Konservativur stílur

Ingibjørg ger tað mesta í samráð við vertirnar, tí klæðini mugu passa til persónin. Stílurin skal helst vera eitt sindur konservativur, men gjarna eitt sindur smartur.

- Klæðini skulu ikki órógva tíðindini. Tey skulu vera neutral, sigur hon.

Um tey sita illani hugsa fólk meira um tað, enn hvat verturin sigur.

Stórar smúkkur og blusir, ið eru ov niðurringaðar, eru bannaðar.


Aftur í cowboybuksirnar

Munur er eisini ám hvørji tíðindi persónurin lesur. Til ítróttartíðindi ber til at vera í troyggju ella skjúrtu við slipsi. Til vanligu tíðindini skal tað vera klædningur, skjúrta og slips.

Jónsigurd Johannesen sigur sjálvur, at hann vil vera væl ílatin tá hann kemur inn í stovuna hjá fólki, men at hann vanliga ikki gongur so fínt ílatin.

- Tá sendingin er liðugm fari eg aftur í mínar vanligu cowboybuksir og troyggju, sigur hann.


Atlantic Airways:

Plástur skal á tatoveringina

Flogterna er eitt av snotiligastu størvinum ein kann hava. Í øllum førum um ein hugsar umm hvussu tær eru klæddar.

Annika Jespersen er kabinuovasti hjá Atlantic Airways og hevur ábyrgd av, at flogternurnar síggja soleiðis út, sum felagið vil.

- Vit hava uniformsreglar, sum vit mugu fylgja. Har stendur millum annað, at hárið skal vera stutt ella uppsett. Oyraringar skulu vera uppeftir oyranum, eftirsum ringar kunnu hanga fastir um neyðstøða verður, greiður Annika Jespersen frá.


Reinan uniform

Hon hevur eitt sokallað "linecheck" við jøvnum millumbilum, har hon er við á eini flogferð og kannar, hvussu flogternurnar síggja út.

- Tá kanni eg, at uniformurin er reinur, og at alt sær út, sum tað skal.

Stílurin hjá flogternunum skal verða diskretur og klassiskur.

- Um tær hava sjónligar tatoveringar, skal plástur setast á, sigur Annika.

Orsøkin til, at allar flogternur eru so væl smurdar, sigur Annika, er vegna tað sterka ljósið í kabinuni, ið tekur allan lit úr andlitinum.


Svimjihøllin í Gundadali

Vit mugu síggjast

Í svimjihøllini fáa starvsfólkini útflýggjað klæði, ið eru serliga gjørd til svimjihøll.

- Vit eru øll í hvítari blus og reyðum buksum. Vit kunnu velja ímillum stuttar buksir ella tríkvart buksir, sigur Jón í Haraldstovu.

Um neyðugt er at leypa í hylinm eru klæðini gjørd til endamálið og eru løtt at svimja í.


Trygd og Eik

Stjóranir eru fínast ílætnir

Í banka- og tryggingarheiminum er tað skjúrta og slips, sum eru vanligastu klæðini.

Hóast ongar reglar eru niðurskrivaðir, eru tað óskrivaðar reglur, ið stýra, og flestu stjórarnir eru í klædningi, og undursáttarnir eru í skjúrtu og slipsi ella einari fínari troyggju.

- Tað viktiga er at fokusera upp á, hvat kundin vil síggja, tá hann kemur inn til okkum, sigur Jean Djurhuus, stjóri á Trygd.

Tá sýningsmennirnir hjá Trygd eru úti og kanna skaðar, eru teir í jakkum, har tað sæst, hvaðani teir koma,

- Á skrivstovuni kann man ganga, sum man vil, men tey flestu mannfólkini eru í skjúrtu, og nakrir eru í klædningsjakka - harímillum eg sjálvur, sigur Jean Djurhuus, stjóri.


Taka teg í allvara

Finn Damberg fíggjarstjóri á Eik hevur onki slips hendan dagin, vit tosa við hann.

- Tá eg veit, at eg ikki skal taka ímóti nøkrum gestum ella fara út til nakað, lati eg slipsi hanga heima, sigur hann.

Hann er nógv uttanlands í arbeiðsørindum, og tá er hann altíð í skjúrtu, slipsi og klædningi.

- Klæðini signalera, at fólk skal taka teg í álvara. Tað ber ikki til hjá mær at dukka upp í ketildrakt til ein viktigan fund, sigur hann.

Finn heldur ikki, at føroyingar standa aftan fyri útlendingar, tá tað kemur til klæði.

- Kanska brúka tey fleiri uniformar, tí fyritøkurnar eru størri uttanlands.