Victoria Beckham hevur eina heilt ávísa mynd av, hvussu viðhaldsfólk hennara eiga at uppføra seg, tá ið tey eru til konsertir. Hon sigur, at man kann kenni ?røtt? viðhaldsfólk við, at tey svíma, tá ið tey síggja ein. Tað gjørdu nakrir japanarir nevniliga, tá ið hon var í Japan í september mánaða fyri at reklamera fyri einum nýggjum heilsumerki.
- Tað var undurfult í floghavnini. Ein rúgva av fittum japanarum vóru komin at taka ímóti okkum og tey grótu. Mær dámar væl, tá ið fólk gráta ella svíma, tí tað prógvar, at tey eru røtt viðhaldsfólk. Tað er gott, tá ið fólki tørvar bráðfeingishjálp, tí tað vísir, at tey eru avgjørd viðhaldsfólk, skrivar Victoria á heimasíðu síni.