Fyri einum mánaði síðan skrivaðu vit søguna um ein politist, sum bleiv sligin í býnum.
Eftir grundlógaravhoyringini væntaðu tey flestu, at maðurin bleiv varðhaldsfongslaður, men so var ikki. Føroya Rættur kom til, at grundarlag var ikki at varðhaldsfongsla mannin.
Tann niðurstøðan kom óvart á Absalon Áargarð, formann í Føroya Politistafelag og upprunaliga niðurstøðan, ið Føroya Rættur kom til viðvíkjandi varðhaldsfongslingini, bleiv kærd fyri Eystara Landsrætt.
Les eisini: Politistafelagið: Trygdin fingið skot fyri bógvin
Nú hevur Eystari Landsrættur staðfest avgerðin hjá Føroya Rætti, um at lógin í hesum føri ikki heimilar eini varðhaldsfongsling.
- Vit virða sjálvandi niðurstøðuna hjá landsrættinum. Tað hava vit skyldu at gera, men vit eru framvegis av tí áskoðan, at okkurt eigur at gerast við málið, sigur Absalon Áargarð, formaður í Føroya Politistafelag
Absalon Áargarð sigur, at rættargsangslógin í Føroyum ikki er dagførd og tað er har, ið trupulleikin skal finnast.
- Rættargangslógin í Danmark er dagførd og loyvir varðhaldsfongsling í førum sum hesum. Vit ynskja tað somu verjuna og at rættargangslógin í Føroyum eisini verður dagførd. Tí sendi eg eitt skriv til løgmann, ið varðar av lógarmálum og rættarnevndina í løgtinginum. Eg havi eisini sent eitt kunnandi skriv til øll løgtingsfólkini. Tey hava so tikið málið upp, sigur Absalon Áargarð.
Kári P. Højgaard úr Nýtt Sjálvstýri reisti málið á Løgtingi í gjár, eftir at hava fingið skrivið frá Føroya Politisafelag.