Mikudagin varð danski uppfinnarin og kavbátabyggjarin, Peter Madsen, dømdur lívstíðardóm í býarrættinum í Keypmannahavn fyri drápið av svensku tíðindakvinnuni, Kim Wall. Ræðuliga søgan um óhugnaligu brotsgerðina er farin um allan heim og hevur verið forsíðutilfar síðan august í fjør.
Í einum drápsmáli er eingin vinnari. Kim Wall er deyð, og hennara nærmastu eru rakt av djúpari sorg og liva nú við sakninum av ungu kvinnuni. Mitt í ræðuleikanum yvir hesa hending, er tað kortini nakað, sum kann staðfestast. Tað er, at demokratiska rættarsamfelagið virkar.
Løgreglan í Keypmannahavn hevur kannað málið gjølliga og sakliga, og ákæruvaldið hevur ført sakina í býarrættinum eftir bókini. Peter Madsen hevur havt tann verja, hann ynskti sær og sum hevur tikið sær av málinum hansara vegna.
Verjin hjá Peter Madsen hevur ofta verið spurd, hvussu hon kundi taka sær av einum slíkum máli, og hvussu hon kann royna at fáa ein slíkan mann frídømdan. Hon hevur eisini verið spurd, hvussu hon kann verja ein drápsmann.
Men, svarini eru einføld og kunnu ikki endurtakast nóg ofta: Eru prógvini ikki nóg góð - og ivi er um ákærurnar - skal eingin dømast. Verjan er ein týðandi partur av rættarskipanini.
Tað, sum Peter Madsen nú er dømdur sekur í at hava framt, er so ræðuligt, at tað er trupult at fata. Men, eingin skal dømast av einum fólkadómstóli ella setast aftan fyri rimarnar uttan at hava havt ein verja við sína lið. Vit kunnu siga, at øll hava rætt til verju.
Tað er júst í slíkum málum, har vit vamlast, og kenslurnar eru við at vinna á okkum, at rættarsamfelagið skal standa sína roynd, og tað gjørdi tað í málinum um Peter Madsen.
Kelda til hesa grein er www.bt.dk, og hetta er tað, sum heimasíðan heldur um drúgvu rættargongdina, sum mikudagin í hesi vikuni endaði við lívstíðardómi til danska uppfinnaran og kavbátabyggjaran, Peter Madsen.