Sending, sum KVF sendi í gjárkvøldið, hevur ivaleyst fingið mong at standa spyrjandi. Sendingin, sum eisini vísti brot úr íslendskari sjónvarpssending um størsta rúsevnamálið í føroyskari søgu, reisti iva um framferðina hjá okkara ákæruvaldi og løgreglu. Ein niðurstøða var, at íslendingurin, sum fekk harðasta dóm nakrantíð í einum slíkum máli í Føroyum, hevur ikki fingið ta humanu viðferð av okkara ákæruvaldi og løgreglu, sum rættarsamfelag sum okkara átti at givið honum.
Tað er altíð trupult at fara inn í rættarmál eftir, at dómur er fallin. Her mugu vit vera sera varin við ikki at taka partí, tí tað vilja altíð vera kenslur knýttar at einum dómi. Tá vit á hesum stað kortini hava valt at gera okkara viðmerking til aktuella málið, so er tað m.a. út frá útsøgnum sakførarar eru komnir við. Ein partur av kritikkinum snýr seg um, hvussu leingi tað er rætt og humant at hava fólk avbyrgd. Tað eru reglur um hetta, men hvussu tær enn eru, so vil tað oftani eisini vera ein spurningur um menniskjansligar metingar. Vit vita frá søguni, at ákæruvald og løgregla kunnu tulka lógarinnar setning ymiskt. Tað er ikki ókent, at tey leggja egnar kenslur til grund fyri sínum avgerðum. Hetta kenna vit frá ótaldum filmum, sum eru bygdir yvir veruligar hendingar. Har tað hevur verið avgerandi fyri ákæruvaldið við øllum hugsandi próvførslum at statuera eksempul – uttan at taka hædd fyri, hvat er mest preventivt: harðir fongsulsdómar ella treytaðir dómar.
Í okkara hugaheimi er total og long avbyrging av einum menniskja, meðan mál verður kannað, einki minni enn miðaldarlig píning, sum Amnesty eisini vísir á og sum fleiri av okkara egnu sakførarum hava víst á. Vit mugu hava álit á okkara ákæruvaldi og løgreglu, at hon ikki fer út um mark fyri, hvat eitt menniskja tolir. Tað er so júst hetta, sum umrødda sending setir spurnartekin við.
Ein annar spurningur, sum vit eisini eiga at tola at umrøða, er, um ikki markið millum fongsulsdóm og treytaðan dóm eigur at verða endurskoðað. Christian Andreassen nam við hetta í SVF og segði, at vit eiga at leggja størri dent á tað sosialt preventiva, also í størri mun at geva treytaðar dómar, tí tað vísir seg, at harðir fongsulsdómar hava als ikki ta preventivu avleiðing, sum mong av okkum halda. Einki er statiskt, og tað átti rættarskipanin heldur ikki at verið. Rættarsamfelagið skal eisini byggja á humanismu, har revsingin eisini eigur at verða ásett út frá, hvat til eina og hvørja tíð er tað mest preventiva. Og ótaldar kanningar vísa, at avbyrging og eftirfylgjandi harðir fongsulsdómar als ikki hava ætlaða preventiva virkningin. Oftani beint tvørturímóti. At vit í einum upplýstum og siviliseraðum samfelag í størri mun eiga at brúka treytaða revsing.
Eftir sendingina í gjár má fútin koma við greiðari útmelding, tí ákærurnar eru so mikið álvarssamar. Tíðin er eisini komin til, at vit fáa eitt alment og politiskt kjak um verandi rættarskipan, um hvar, hví og hvussu hon hevur tørv á endurnýggjan, soleiðis at hon eisini hóskar til tíðina og okkara samfelag.