Í rættin fyri at vanæra Islam

Italski rithøvundurin og tíðindakvinnan Oriana Fallaci er ákærd fyri at hava vanærað islamsku trúnna

Oriana Fallaci, sum er ættað úr Italia, men sum býr í New York, hevur fingið øði í muslimar um allan heimin. Í einari bók, sum hon hevur skrivað, stendur millum annað, at tann islamska trúgvin elvir til hatur ístaðin fyri kærleika, og at hon elvir til trældóm heldur enn frælsi. Harafturat vil hon vera við, at tey seinastu tjúgu árini eru umleið 6.000 fólk myrd í navni Islams.
Nú hevur ein muslimskur mannarættindastríðsmaður meldað Orianu Fallaci fyri ærumeiðing og fyri at hava eggjað til átrúnaðarliga øsing. Málið varð reist í Italia herfyri, men ákæruvaldið vísti tí frá sær. Nú hevur ein dómari í norðuritalska býnum Bergamo kortini gjørt av, at málið skal reisast.
Dómarin, Armando Grasso, sigur, at nakrir setningar í bókini mugu metast sum greið álop á Ilam og trúgvandi muslimar. Tað heldur italski løgmálaráðharrin, Roberto Castelli, ikki. Hann sigur við AP, at eftir hansara tykki er innihaldið í bókini hjá Orianu Fallaci ikki ærumeiðandi, og at eitt rættarmál er eitt álop á tali- og skrivifrælsið.
Tað er ikki greitt enn, nær málið kemur fyri rættin.