Fleiri amerikanskir statir hava ilt við at góðkenna lógina um eina nýggja heilsutrygging, og í 12 statum hava myndugleikarnir gjørt av at royna málið í rættinum.
Amerikanskir fjølmiðlar siga, at so skjótt Barack Obama, forseti, hevur staðfest lógina, fara myndugleikarnir í 12 statum at leggja hana fyri rættin við kravi um, at lógin verður dømd at vera í stríð við amerikonsku grundlógina og tí ólóglig.
Teir 12 statirnir, sum fyrireika rættarmál ímóti nýggju heilsutryggingini, eru South Carolina, Florida, Alabama, Nebraska, Texas, Oklahoma, Pennsylvania, Washington, Utah, Virginia, North Dakota og South Dakota.