andsstýrismannin í fullveldismálum út, og sama við loftmidlum, Dimmu og øllum Føroya Fólki. Nú er landsstýrismaðurin, eins og aðrir politikkarar, ein almennur persónur, sum koyrir sín politikk fram, og roynir at fáa síni sjónarmið framd. Og tað er alt í lagi, soleiðis eigur tað at vera. Men tað eigur eisini at vera so, at teir almennu fjølmiðlarnir, vørpini og bløðini, politiska andstøðan, umframt onnur vanlig fólk, fylgja við, eygleyða, spyrja og bora, seta n?rgangandi spurningar. Stutt sagt, tey eiga eisini at vera kritisk.
Tíverri finnst ikki eitt líkinda føroyskt orð, sum kann brúkast í somu merking. Og hetta hevur helst havt við s?r av nógv fólk misskilja kritikk og eisini sjálvt orðið kritikk. Orðið at kritisera merkir at vurdera ella meta í mun til eitt kriterium ella onkran ávísan málistokk. Kritikkur av bókmentum kallast bókaumm?li á føroyskum, og tey eiga sum minstamál at hava eina vurdering av dygdini í verkinum (ikki bert møsna um, at bókin liggur v?l í hondini osfr.) Men ofta verður kritikkur misskiltur, og hildin at verða ein ?útspilling?, sum tingkvinnan skrivar. Eg havi ikki havt nakra ?tlan um at ?spilla landsstýrismannin út?, men at vísa á, at ikki alt er líka haldgott í hansara ?tlanum, sum hann sjálvur letst at halda. Tað eru aðrir møguleikar enn at kvetta og taka loysing. Men nú situr ein samgonga við maktini, og hon verður brúkt effektivt til at propagandera og arbeiða fyri fullveldis-?tlanunum. Hetta er ein partur av demokratisku mannagongdini. Men sjálvt um ein meiriluti í løtuni gongur eina ávísa leið, so er ikki vist at øll ?tlanin er haldgóð. Hon skal eygleiðast, vurderast og kritiserast - ikki spillast út, tað er ein misskiljing.
Um orðið ?forkelað fólkaslag? varð tað r?tta, kann sjálvandi diskuterast. Men av tveimum grundum haldi eg at Føroya fólk í mongum føri er sloppið bíliga ígjøgnum søguna.
Hugsar tú um blóðigu og pínufullu søguna hjá mongum fólkasløgum, so eru Føroyar sloppnar l?tt. Hugsið um Bosnia, Kosova, Palestina, Armenia, Kurdistan, Vietnam, Poland, Írland, Suðurafrika og mong, mong onnur. Í so máta eru føroyingar sloppnir sera l?tt. Eingi borgarakríggj, eingin innrás av fíggindaherum, eingir jarðskjálvtar, eingin hungursneyð. Í mun til alt hetta eru føroyingar slopnir l?tt, men um ?forkelað? er r?tta orðið, kann sjálvandi diskuterast.
Hin grundin til at brúka orðið, var tankin um gullasj-tíðina í 80?unum, tá einki var óført, tá haldi eg at tað var eitt - skaðiligt - forkelilsi at Føroyar fingu prístalsreguleraðan blokkstuðul, sum bleiv brúktur il mangt og hvat við lítlum skili í.
Dømi um smáland við fullveldi, sum ikki hevur klárað tað so gott. Newfoundland var fullveldi, men fór fallit og endaði sum partur av Canada.
Vinarliga
Rolf Guttesen