Jógvan Skorheim, Formaður í Atlantis
-----
Í útvarpinum hjá Kringvarpinum var eitt rímuliga langt innslag, har støðan viðvíkjandi Atlantis varð lýst. Søgan byrjaði við at lýsa hvussu nógv Klaksvíkar Kommuna ætlaði at spara við at gera eina umskipan av stovninum, men fór síðani at lýsa, hvussu nógv hetta nú veruliga fór at kosta Klaksvíkar Kommunu.
Útvarpið visti at siga, sum rætt var, at ætlanin var at spara kr. 300.000 við at gera hesa umskipan, men nú var knappliga neyðugt at brúka eina millión. Lurtarin fær óiva ta fatan, at Klaksvíkar Kommuna hevur gjørt nakað bítt við at broyta bygnaðin, tí hetta ikki er nøkur sparing, men heldur bleiv ein eyka útreiðsla.
SO ER IKKI!!!
Ætlanin hjá Klaksvíkar Kommunu var at spara kr. 300.000. Sparingin skuldi byrja í 2011, og á hvørjum ári eftir hetta kemur Klaksvíkar Kommuna at spara kr. 300.000. Tað vil siga, at um 10 ár, so hevur Klaksvíkar Kommuna spart kr. 3.000.000, sjálvandi minus tað sum eitt nýtt filmstól kostar, uml. 1.000.000, altso netto 2.000.000. Skuldi vit hildi áfram við tí gomlu skipanini, so merkti hetta fyri Klaksvíkar Kommununa, at vit á hvørjum ári skuldu út við kr. 300.000 meiri, umframt at vit skuldu keypt nýtt filmstól fyri kr. 1.000.000. Tað vil siga, at um 10 ár hevði Klaksvíkar Kommuna skula út við kr. 4.000.000.
Tí er tað sera harmiligt, at hetta ikki kom við í sendingini í Kringvarpinum í dag. Eg bleiv spurdur um sparingina, men bleiv hetta klipt vekk. Sjálvur haldi eg, at hetta hevur sera stóran týdning fyri at málið er nógv væl lýst.