Rættleiðing til Oddfríð Rasmussen

Í samrøðu við Sosialin tann 10. oktober málber formaðurin fyri LISA, Oddfríður Rasmussen, seg á ein hátt, ið vísir, at hann tíverri hevur misskilt nakrar av teimum broytingum, ið eru gjørdar fíggjarlógaruppskotinum fyri 2002 í mun til fíggjarlógina 2001.

 

Óli Holm, landsstýrismaður

Tórshavn 10.10.2001

????????????????????????????????



Í samrøðu við Sosialin tann 10. oktober málber formaðurin fyri LISA, Oddfríður Rasmussen, seg á ein hátt, ið vísir, at hann tíverri hevur misskilt nakrar av teimum broytingum, ið eru gjørdar fíggjarlógaruppskotinum fyri 2002 í mun til fíggjarlógina 2001.

Við at lesa samrøðuna við Oddfríð Rasmussen kann ein fáa ta fatan, at stórar upphæddir eru skornar burtur av játtanini til mentan og list, og at hetta kemur at ganga út yvir listafólkini og eitt nú teirra starvslønir. Her er einhvør misskiljing, sum eg fegin við hesum vil rætta.

Tað er satt, at konti til listaøkið eru lækkaðar á fíggjarlógaruppskotinum fyri 2002. Niðurskurðirnir, ið talan er um á eru á tveimum konti og eru lækkingarnar hesar:

Kontoin til framleiðslu av loftmiðlatilfari er lækkað úr einari millión í 2001 kr. niður í 700.000 kr. í 2002.

Síðan verður sagt, at ein konto uppá 3 milliónir til ávísar verkætlanir er skorin niður í helvt. Her má vera talan um eina misskiljing. Kontoin til mentanarligar verkætlanir (Ymiskir studningar) er lækkað úr 2 milliónum kr. niður í 1,7 mill. Kr. Hon hevur sostatt ongantíð verið 3 milliónir kr., og lækkingin er kr. 300.000.

Hesar eru tær konti til sjálvt listaøkið, ið eru lækkaðar. Hetta gevur eina lækking, ið svarar til 600.000 kr. Hetta er sjálvsagt harmiligt, men lækkingin kemur ikki at ganga út yvir starvslønir til listafólk, soleiðis sum formaðurin fyri LISA tykist at bera ótta fyri.

Tað er harmiligt, at vit vórðu noydd at lækka hesar játtanir í hesum umfari. Men samstundis ber til at staðfesta, at samlaða játtanin til mentan og list er munandi hækkað hesi árini síðan 1998. Sum dømi kann verða nevnt, at játtanin sum heild til mentan og list er hækkað úr góðum 46 milj. í 1998 upp í góðar 60 milj. kr. í uppskoti á komandi fíggjarlóg fyri 2002. Víst kann verða t.d. á Leikpall Føroya, sum í hesum valskeiði hevur fingið eina meirjáttan uppá 1,1 milj.. Mentanargrunnur Landsins, ið umsitur starvslønirnar, er hækkaður við eini meirjáttan uppá 1,3 mill. Herumframt eru aðrar hækkingar t.d. játtanin til mentanarligar verkætlanir, ið er hækkað úr 500.000 kr. upp í 1,7 mill. Kr.

Vit kunnu skjótt semjast um, at tað hevði verið ynskiligt at játtanin til list og listafólk var enn størri, enn hon er á verandi og komandi fíggjarlóg. Men upphæddin er tann, vit hava kunnað fingið politiska semju um undir verandi umstøðum. Hetta merkir sjálvandi ikki, at upphæddin er givin med alla og vónandi verður tað møguligt í framtíðini aftur at økja alla játtanina til list, listafólk og listarligt virksemi.