Týskvøldið skiftu Jógvan Sundstein og eg orð í Sjónvarpinum um politisku støðuna og politisku gongdina tey seinastu árini. Fólk hava yvirhøvur reagerað positivt uppá tað, vit førdu fram.
Tó ikki Abraham Mikladal. Í grein í Dimmalætting og Sosialinum roynir hann at reingja tað, sum varð sagt. Hann vil hava fólk at halda, at eg segði nakað annað enn tað, sum eg segði - og meinti.
Hann skrivar: »Serliga Finnbogi legði áherðslu á, at tingfólk og serliga landsstýrisfólk okkara vóru ov ung og óroynd.«
Nú er tað ikki greitt, hvat orðið »okkara« stendur fyri. Men Abraham Mikladal er eins og eg tjóðveldismaður, og tí kann tað skiljast soleiðis, at eg serliga havi umrøtt tingmenn og landsstýrismenn Tjóðveldisfloksins. Tað gjørdi eg ikki. Eg meinti líka nógv við aðrar flokkar.
So er tað hin parturin: »ung og óroynd«. Her roynir greinskrivarin heilt greitt at seta kílar millum ættarliðini, millum tey ungu og tey eldru. Rættleiðingin er, at eg nevndi ikki orðið »ung« eina ein-astu ferð - og meinti heldur ikki við tey ungu. Er tað nakar, sum kennir til at vera ungur í politikki, so er tað eg, og eg styði fult út tey ungu, sum koma inn á ting ella í Landsstýrið.
Tað, sum eg førdi fram, var, at útskiftingin av persónum í føroyskum politikki hevur verið ov brá, og at kontinuiteturin tí ikki er nóg góður. At rudda alt út sum td í Italia fer ikki at geva eitt gott úrslit. Tað eru jú fyrst og fremst tey, sum hava gjørt mistøk, ið læra av teimum og kunna bera ta læruna víðari.
Hevði Abraham Mikladal gjørt sær ómak at kanna útskiftingina, so hevði hann sæð, at teir 21 tingmenninir, sum vórðu valdir fyrstu ferð í 1994 ella 1998 ella 2002 vóru als ikki ungir allir. Teir flestu vóru á miðalaldri, tá teir vórðu valdir. Tað er galdandi bæði kvinnur og menn.
Tað nervar ikki meg, um Abraham Mikladal villleiðir fólk. Men eg haldi tað vera spell, at hvørt einasta sakligt upplegg til kjak verður traðkað undir heilt av greinskrivarum sum Abraham Mikladal.