Rætturin stóð royndina

Jens Stoltenberg, forsætisráðharri, vildi í dag ikki gera viðmerkingar til dómin í málinum ímóti Anders Behring Breivik.

-Málið er viðgjørt á tí rættarsamfelagsliga grundvøllinum, sum millum annað tryggjar okkum óheftar dómstólar. Tað ber eisini í sær, at politikarar skulu ikki hava nakra áskoðan um dómin, segði forsætisráðharrin, sum heldur, at nú verður punktum sett fyri rættarmálið.

-Men 22. juli fer at liva við okkum í mong ár frameftir, hóast rættarmálið fær ein enda nú. Málið er ført á ein virðiligan hátt og hevur verið samfelagsins uppgerð við gerningsmannin og hansara gerðir, sigur Jens Stoltenberg.

Norski forsætisráðharrin heldur, at dómstólurin hevur staðið royndina, og at tað norska samfelagið hevur handfarið rættarmálið á ein hátt, sum hevur elvt til virðing - eisini uttanlands.