Raðfesta rættindi teirra brekaðu

Á fundi við Per Stig Møller samdist føroyski uttanríkisráðharrin, Jørgen Niclasen, við danska starvsbróður sín um at seta altjóða sáttmálan um rættindin teirra brekaðu í gildi Jørgen Niclasen, uttanríkisráðharri, hitti seinnapartin í gjár danska starvsbróður sín, Per Stig Møller, á fundi í Keypmannahavn, har teir umrøddu ymisk viðurskifti, sum hava týdning fyri Føroyar.

Føroyski uttanríkisráðharrin greiddi danska starvsbróðuri sínum frá nýggja uttanríkispolitikkinum hjá ABC-samgonguni, og um ætlanirnar um framhaldandi at virka fyri limaskapi í EFTA.

Eisini greiddi hann frá ætlanunum um at víðka samstarvið við ES, og at ein nýggjur sáttmáli eigur at verða víðkaður til eisini at umfata tey fýra frælsini.

Eisini altjóða sáttmálin um rættindi teirra brekaðu var uppi og vendi, og Jørgen Niclasen sigur, at samgonga fer at arbeiða fyri, at sáttmálin kann verða staðfestur fyri Føroyar samstundis, sum Danmark staðfestir hann einaferð í fyrru helvt av 2009.

- vit fara at raðfesta hetta økið enn hægri, sigur Jørgen Niclasen.

Jørgen Niclasen greiddi somuleiðis frá, at Føroyar ætla at lata eina sendistovu upp í Moskva, og í tí sambandi var møguleikin umrøddur, at føroysk lesandi fáa møguleika at lesa á donskum sendistovum kring allan heimin. Hetta fer at styrkja føroyska førleikan almikið á uttanríkispolitiska økinum.