Eftir álopið í Christiania, har tveir løgreglmenn og ein sivilur blivu skotin, er kjakið viðvíðkandi hashsølu aftur sprotna í Danmark.
Leiðarin í Radikale Ventsre, Morten Østergaard, at tíðin er búgvin til, at roynt verður í trý ár, at staturin skal kunna selja og regulera søluna av hashi. Tað skal gerast í eini roynd at sleppa tí kriminella virkseminum til lívs.
Sølubúðir skulu kunna fáa ein statslisens, ið loyvir sølu av rúsevninum.
Morten Østergaard sigur, at hann fyrr hevur verið ímóti fríari sølu vegna heilsuliga ávirkanir av hash nýtslu, men at hann nú er sannførdur um, at tíðin er búgvin at royna tað.
Inntøkurnar av søluni skulu verða oyramerktar til fyribyrging, upplýsing og viðgerð av misnýtarum.