Ráðstevna í Danmark um grindadráp

Ætlanin er at lýsa nøkur átrokandi viðurskifti í sambandi við grindadráp

Seinni í ár verður ráðstevna í Keypmannahavn um grindadráp í Føroyum.

 

Tað er Føroyanevndin hjá Fólkatinginum, sum skipar fyri ráðstevnuni og Sjúrður Skaale fólkatingsmaður, sum fyrireikar stevnuna fyri nevndina, sigur, at ætlanin við henni er at fáa greiði á nøkrum viðurskiftum.

 

Tað er ikki heilt greitt, nær ráðstevnan verður, men eitt, ætlanin er at fáa greiða á, er virksemið hjá løgregluni.

 

Formliga er løgreglan donsk, men hon virkar í Føroyum – eftir føroyskum lógum, so tað er ein heilt serlig støða, sigur Sjúrður Skaale.

 

Í hesum sambandi er eisini ætlanin at fáa eina greiðari fatan av, nær tað ber til at útihýsa einum felagsskapi sum Sea Shepherd úr Føroyum, uttan at gera seg inn á rættarsamfelagið, og altjóða sáttmálar annars.

 

Men ætlanin er eisini at umrøða lívfrøðilig viðurskifti og annað, sigur formaðurin í nevndini.

 

Sjúrður Skaale sigur, at tað er stórur áhugi fyri grindadrápi í Danmark serliga hjá donskum politikarum, nú teir meststum eru teppibumbaðir av teldubrøvum frá fólki, sum mótmæla grindadrápi.

 

- Danskir politikarar eru eisini komnir í eina serliga støðu, tí Sea Sheperd roynir nú av øllum alvi at gera hetta til eitt stríð ímillum Danmark og Føroyar, samstundis sum felagsskapurin mælir ferðafólki til at boykotta Danmark.

 

Hann sigur kortini, at fyribils hava danskir politikarar ikki verið til at vika, tí teir hava noktað fyri at leggja seg út í grindadráp í Føroyum.