Ræðumyndir frá II!

Ábyrgdarloysi og Vanvirðing fyri almennum peningi!

 

Um mannagongdirnar hjá Landsstýrinum, nevnir nevndin fleiri skelkandi dømir um tað fullkomna ábyrgdarloysi, sum um hetta mundi valdaði í politisku skipanini í 1980- árunum.

 

Landstýrið avgjørdi m.a. at veita P/F Gáshólmi eitt serlán, hóast tað út frá veiðuvánunum, prísútlitunum og gongdini í rakstrarútreiðslunum frammanundan var staðfest, at skipið als ikki var ført fyri at bera seg fíggjarliga.

 

Landstýrið samtykti eisini at veita kreppulán til P/R Sjeystjørnan, sum átti M/S Nesbúgvan móti tilmælinum frá Búskaparráðnum, og so ótrúligt tað ljóðar, so helt Landsstýrið enntá áfram við at veita veðhald og lán, hóast Landsstýrið væl visti, at eftirstøðurnar á almennumn lánunum, og lánum við landskassaveðhaldi, bara vuksu.

 

Gott dømi um tilvildina og líkasæluna ið ráddi er, at Landsstýrið ongantíð setti fram nakað krav um, at lógásetti eginpeningurin var til staðar, tá P/F Samvinnufelagið, sum átti M/S Høgafoss, skuldi hava stuðul og veðhald frá tí almenna. Veðhald vóru somuleiðis givin uttan nakað tilmæli frá umsitingini, og hóast Landsstýrið í fleiri umførum var noytt at leggja pening út vegna felagið, so sendi Landstýrið samstundis eina beinleiðis áheitan til Gjaldsstovuna um at steðga við innkrevjingini av falnum gjøldum.

 

Tapini uppá hesi mangan frammanundan kolldømdu skip vóru ovurstór fyri Landskassan. Sum eitt einstakt serliga groft dømi kann nevnast M/S Olaf í Garðastovu fyrrverandi Reynsatindur. Missurin hjá føroyska skattgjaldaranum bara fyri hetta eina skipið var heilar 131,7 mio kr. Ongin reellur eginpeningur hevði nakrantíð verið til staðar, og enn minni vóru reglurnar í galdandi lóggávu fylgdar, og hóast tað var henda ovurstóra peningaupphædd játtað í studningi, stuðli, veðhaldum v.m. bara til hetta einstaka skipið.

 

Upphøggingarstuðul

Upphøggingarstuðul var seinast í 1980- árunum veittur samb.reglugerð nr. 27 frá 3. Mai 1988.  22 skip fingu ikki minni enn 92 mio í stuðli eftir hesi reglugerð..

 

Treytin fyri at fáa stuðul var m.a. tann, at skipini skuldu hava verið í vanligum rakstri seinastu árini. Hetta krav var fyri tað fyrsta als ikki respekterað, og Ottar Olsen, sum umsat skipanina vegna Landsstýrið, hevur greitt frá, at nógv av skipunum, sum fingu stuðul als ikki høvdu verið í rakstri í mong harrans ár.

 

Einans upp til 80 % kundi veitast í endurgjaldi av veðskuld í fiskifarinum. Hóast hesa greiðu avmarking fekk Realurin og allir útlendskir kreditorar 100 % av teirrra ágóða. Og hóast endurgjald bert kundi veitast fyri veðskuld í fiskifarinum, so fingu leysir kreditorar uttan nakað veð, eisini útgoldið sín ágóða, men í hesum førum bert 80 %.

 

Hetta er aftur eitt grelt dømi um fullkomið ábyrgdarloysi og eina totala undirgraving av øllum lógum og reglum. Ivaleyst er frammanundan kalkulerað við, at svansið og misbrotini ongar avleiðingar fingu álíkavæl, - hvat so eisini rætt var!

 

Blue North

Løgtingið samtykti við 27 – 0,  atkvøðum, t.v.s. einmælt eina serlóg um stuðul til Blue North, har veitast kundi veðhald fyri 2,8 mio kr. tryggjað við panti innan fyri 70 % av fastogn felagsins, og at seta 20 % í partapeningi í felagið, vegna tess, at tað var hildið, at heimild var ikki í aðrari lóggávu at veita slíkan stuðul

 

Hóast hetta vóru aðrar lógir seinni tiknar upp úr skuffuni, tá ið tað byrjaði at tátta í fíggjarliga hjá felagnum. T.d. lóg nr. 18. frá 1960  um borgan fyri láni til frysti- og flakavirki, og lógin nr. 11 frá 1987 um ábyrgd fyri lánum til fiskamjøl og lýsi á goymslu, sum als ikki heimilaðu nevndu kautiónum, tá talan hvørki var um frystivirki ella flakavirki.

 

Úrslitið av hesum politiska kreativiteti og manipulatión við galdandi lóggávu var, at projektið Blue North samb. Grannskoðaradeild Landskassans kostaði tí almenna, t.v.s føroyska skattaborgaranum eitt stað millum 45 – 50 mio kr.

 

Nevndin leggur ikki fingrarnar ímillum og sigur í síni frágreiðing, at talan her er um ófullfíggjað lógarverk í ólukkumát, og skýrir hetta at vera onki minni enn óvandaverk.

 

Ein sjúk skipan

Hvussu sjúk skipanin við studningi til fiskivinnuna var, framgongur av frágreiðingini frá Kjartan Hoydal, fiskivinnustjóra.

 

Bara beinleiðis studningsupphæddirnar til ísfiskaflotan vóru frá 1978 til 1992 heilar 3 milliardir og 720 milliónir kr., har vit fyri einstakt ár, t.v.s. 1989, fóru uppum ½ milliard ella neyvt 501 mio kr. í beinleiðis studningi úr lands-kassanum, og her eru veðhald, stuðulslán, serlánum og upphøggingarstuðul v.m., ikki tald við.

 

Omanfyri helvt av inntøkugrundarlagnum hjá feskfiskaflotanum var t.d. fyri einstakt ár 1990 beinleiðis stuðul frá tí almenna (skattaborgarunum), og nevnast kann, at avrokningarvirði fyri hetta ár var 367 mio kr. ella 3,43 kr. pr. kilo, meðan almenna prísískoyti samanlagt er 405 mio kr. ella 3,79 kr. pr. kilo, fyri síðan at verða fylgt upp av almennu inntøkutrygdini, sum var 50 mio kr. ella 0,47 kr. pr. kilo.

 

Kjartan sigur, at skipanin í veruleikanum virkaði soleiðis, at landskassin tryggjaði inntøkur til manning, reiðarar, flakavirki og fiskasølu, sama hvør prísurin var, og sama hvør fiskiskapurin var, og kanska serliga líkamikið hvussu tær ymsu fyritøkurnar vóru riknar.

 

Álvarsamasta avleiðingin av hesi avskeplaðu skipan var tó, at hon fíggjaði ein veiðuflota, sum var alt ov stórur til tað fiskatilfeingi, sum er undir Føroyum, t.v.s. við øðrum orðum týndi fiskastovnarnar.

 

Spurningurin er nú um vit í dag eru væl ávegis til at leggja lunnar undir sama ábyrgdarleysa politiska handverkið, sum koyrdi Føroyar á ørmundarhús í 1980- árunum.

 

Við einum løgtingi sum framvegis hevur álit á einum løgmanni, sum við vilja villeiðir og lýgur fyri tinginum, so sær sær dapurt út. Tá Løgtingið, sum lógásettur eftirlitsmyndugleiki signalerar, at tað fyri verandi og komandi løgmenn og landstýrismenn er í lagi við vilja at villeiða og geva tinginum rangar upplýsingar, so er hetta eitt opinlýst tekin um hóttafall, og at politiska skipanin er við at gerast alvarsliga sjúk aftur.

 

Bjørn á Heygum