RAG renning verður seinnapartin á TeenStreet

Siðvenja er á TeenStreet at hava stuðulsrenning og á tann hátt at savna pening inn til vælgerandi endamál

RAG stendur fyri Raise And Give. Og seinnapartin í dag fara tey ungu og hini vaksnu við, um tey ynskja tað, at renna stuðulsrenning. Heimanífrá hava tey savnað sær stuðlar, ið hava givið eina ávísa upphædd fyri hvørja rundu, tey renna – ella eisini eina fasta upphædd.

 

Hjá TeenStreet siga tey sjálvi, at RAG er tiltakið, har vit savna pening. Áðrenn og undir hvørjum TeenStreet so savna vit pengar fyri at stuðla einum góðum endamáli, vanliga innan OM, sum hevur góða ávirkan á ungdóm í Europa og kring heimin. Vit savna pengar ígjøgnum RAG og onnur tiltøk á TeenStreet.

 

Peningurin, ið kemur inn í ár fer til 3 høvuðsendamál.

 

Ein partur av peninginum fer til eitt ávíst tiltak í Afganistan at hjálpa børnum, ið eru hungrandi og liva undir sera vánaligum korum.

 

Úr Ukraina eru nógv flóttarfólk komin. Ein partur av peninginum í ár fer til at  stuðla tannáringum úr hesum landi, so eisini tey kunnu koma á legu bæði í ár og í framtíðini.

 

Ein annar partur av peninginum fer til at vaksa um TeenStreet og at byrja nýggjar legur kring heimin.

 

Spennandi verður at vita hvussu gongur við stuðulsrenningini seinni í dag