Um vikuskifti var kappingin um Føroyameistaraheitið í Golf, og enn einaferð fór Ragnar Isaksen við sigrinum.
Tað var leygardagin og sunnudagin, golfleikararnir spældu 36 hol úti á Glyvursnesi í felagsmeistarakapping. Ragnar Isaksen, sum hevur vunnið undanfarnu tvey ferðasteypini, gjørdi eitt reint hattrikk, og vann triðja árið á rað. Sostatt fær hann ferðasteypið til ognar.
Tríggir teir fremstu í kappingini vóru:
1. Ragnar Isaksen, 165 sløg
2. Janus Norðberg, 168 sløg
3. Per Poulsen, 181 sløg