Ragnar, Hallur og Rannvá á countrykonsert

Leygardagin 18. oktober verður countrykonsert í Norðurlandahúsinum.

Har fara tríggir av okkara fremstu countrysangaranum at syngja. Tey eru:

Hallur Joensen úr Klaksvík, Ragnar í Vík, Haldórsvík og Rannvá Vesturklett úr Tórshavn.

Hall kenna vit frá fløguni "Pickin' Time in Nashville", sum í fyrsta umfari seldi uml. 4000 eintøk. Hetta er eitt framúr høgt tal í Føroyum í dag. Sangurin, "Give my love to Rose", er higartil komin upp á nummar 2 á evropiska countryhitlistanum, so Hallur er bara eitt stig frá ovasta toppinum.

Í Føroyum er mest spældi sangurin hjá Halli óivað "Kyss ein eigil hvønn morgun".


Ragnar

Ragnar í Vík hevur givið tríggjar fløgur út. Tvær við countryløgum á enskum og seinasta fløga hansara, "Lagnulogin", er á føroyskum við orðum og løgum, sum Ragnar sjálvur hevur gjørt. Ragnar er heldur ikki ókendur á evropiska countryhitlistanum, og á konsertini verður tað sjálvandi mest countrysangir á enskum, ið Ragnar fer at syngja, men okkurt lag av nýggju fløguni verða eisini spælt.


Rannvá

Mánamorgun, aftaná at countrydansur hevði verið í Ítróttarhøllini á Hálsi síðst í januar mánað, fingu vertirnir í morgunsendingini hjá Kringvarpi Føroya eitt sms við hesum spurningi: Hvør var handan kvinnan, ið sang so einastandandi væl í dansinum leygarkvøldið? Og svarið var, Rannvá Vesturklett.

Tá Rannvá var yngri, sang hon í gentukórinum hjá Paula í Sandagerði, og tey, sum plagdu at hyggja at jólaløtuni í SVF seinast í áttatiárunum, minnast hana saman við Arinu Bishof og Elis Poulsen sum jólamanni, syngja sangin " Koyr okkurt í mína hosu". Sangurin er á kasettubandinum "Í Jólahýri", sum kom út í 1987. Seinnu árini hevur Rannvá sungið til dans við vælumtókta country-bólkinum Twiligt, og hevur eisini sungið á einum av countrytúrunum hjá Norrönu.


Góðir tónleikarar

Tónleikararnir á konsertini vera Ólavur Øster solo, Pauli Magnussen bass, Jónleif Jensen trummur, Daniel Nilesen fiól, Petur Hermansen steel og Joan Petur Hansen, betur kendur sum Peddi, mandolin. Hallur og Ragnar spæla sjálvir rútmu til teirra framførslur og Robert Magnussen spælir rútmu til framførsluna hjá Rannvá.

Nógvir føroyingar hava verið á konsert í Grand Ole Opry í Nashville. Við nevndu sangarum og tónleikarum ber til at uppliva rætt Nashville huglag í Norðurlandahúsinum.

Atgongumerkir á 275 kr fásat á Shellstøðini við Streymin, Statoilstøðini í Sørvági, í Kunningarstovunum í Runavík, Klaksvík og Tórshavn.

Í Norðurlandahúsinum og á www.nlh.fo Eisini kann lesast um tiltakið á heimasíðuni www.faroesound.com