Tað var ongantíð nakar ivi um, hvør fór at vinna finaluna í blandaðum tvímansleiki. Ragnar Egilsson, sum venur við danska Greve BTK, og Henrietta Nielsen úr Søhøjlandet løgdu bragdliga fyri. Rakul Mikkjalsdóttir og Kai Roest vóru aftan fyri mest sum allatíðina. Úrslitið var 3-0. Settúrslitini vóru 11-9, 11-3 og 11-5.