GOLF
Tað var eitt vónbrot fyri Ragnar Isaksen, at hann ikki var tikin út til føroyska golflandsliðið, sum fyri tveimum mánaðum síðani var við til Oyggaleikirnar í Álandi. Hann helt seg hava prógvað, at golfspæl hansara var ivaleysa gott til eitt pláss á liðnum, ið annars vísti seg at standa seg sera væl.
Men sum so ofta hjá ítróttarfólkum, ið hava ein vilja av stáli, var bara at spæla uppaftur betur, so eingin skuldi ivast í dygdunum. Og tað gjørdi Ragnar so, tí somu vikuna, sum Oyggjaleikirnir vóru, setti hann nýtt met á golvbreytini á Glyvursnesi við 73 sløgum.
– Eg setti í Tórshavn Open-kappingini í fjør met á Glyvursnesi við 81 sløgum, men Andrias F. Hansen tók herfyri tað metið við 76 sløgum – enntá bara eina viku áðrenn eg sjálvur tók metið aftur við teimum 73 sløgunum, greiðir Ragnar Isaksen frá.
Hann ásannar, at hann fekk ein hvøkk og hálvavegna misti hugin til golf, tá tað stóð honum greitt, at hann ikki slapp til Álands at umboða Føroyar á Oyggjaleikunum. Men tað vardi ikki leingi, so var hann aftur at síggja á Glyvursnesi – og um vikuskiftið staðfesti hann enn eina ferð, at hann man vera Føroya besti golfspælari, tá hann vann Tórshavn Open annað árið á rað.
Nokk so hart
– Umstøðurnar at spæla vóru sera skiftandi, tí fríggjadagin var rættiliga nógvur vindur, so tá ráddi um at leggja uppfyri, men leygardagin var av allarfagrasta veðri, og tað var næstan sum at spæla í útlondum. Tá lá so mikið væl fyri, at eg var fýra stig framman fyri Janus Norðberg og átta sløg framman fyri Óskar Eiríksson, áðrenn vit komu til síðsta kappingardagin, sigur Ragnar.
– Tí ráddi bara um hjá mær at spæla trygt sunnudagin og avgjørt ikki taka nakrar kjansir. Tað sama gjørdi Janus, sum hesa ferð var tann, ið gav mær mestu kappingina, men allíkavæl eydnaðist mær at økja um munin. Tá vit høvdu verið ígjøgnum tey níggju holini fyrru ferðina sunnudagin, var eg seks sløg frammanfyri, og tá alt var liðugt, var munurin komin upp á sjey sløg.
Ragnar heldur, at serliga teir tríggir – hann, Janus og Óskar – eru so javnir, at tað veruliga ræður um at gera sítt besta, skal tað eydnast at vinna kappingarnar. Og tí er tað ikki sørt, at hann við spenningi sær fram ímóti komandi vikuskifti, tá klubbmeistarakappingin í Tórshavnar Golfklubba er á skránni.
– At eg nú vann Tórshavn Open annað árið á rað og longu um vikuskiftið eisini skal verja óalmenna føroyameistaraheitið, leggur eitt sindur av trýsti á meg. Eg má viðganga, at tað er nokk so hart, sigur Ragnar, sum hevur verið sjúkur í vikuni, men ætlar at gera alt fyri at verða klárur til vikuskiftið.