Ragnhild og Lukas eru sera spent at byrja í 1. flokki

Ansið væl eftir teimum í ferðsluni – og øllum hinum, sum eisini fara í skúla fyri fyrstu ferð

Ráðið fyri Ferðslutrygd:

 

Aftur í ár samstarva kommunur og Ráðið fyri Ferðslutrygd um at minna bilførarar á at vísa serligt ansni, nú børnini fara í skúla aftur.

 

Tann 12. august byrjar skúlaárið. Hetta merkir, at tað aftur verða børn í ferðsluni á veg í og úr skúla. Og fyri umleið 800 børn í Føroyum, verður hetta eisini fyrstu ferð, tey fara í skúla.

 

Vit skulu altíð geva teimum ábæru í ferðsluni gætur, men tá skúlarnir byrja, skulu vit vera serliga varin. Um hetta mundið kunnu vera fleiri børn, ið eru smá og óroynd í ferðsluni. Tað krevur, at ferðin verður sett niður, og at vit eru gáin.

 

Plakatir við skúlar

 

Aftur í ár samstarva kommunur og Ráðið fyri Ferðslutrygd um átakið og við skúlar verða skelti hongd upp, við áheitan um at vísa ansni. Vit eru takksom fyri samstarvið, tí hetta ger at boðskapurin verður sjónligur, júst har tað er neyðugt. Við skúlar, og har skúlabørnini ferðast.

 

Skelti eru tó ikki nóg mikið. Tí leggur Ráðið fyri Ferðslutrygd upp til, at foreldur fara út í ferðsluna við børnunum at venja tey. Tað krevur venjing og royndir at gera børnini til trygg vegfarandi og at læra tey, hvørjum tey skulu ansa eftir á vegunum.

 

Tá barnið byrjar í skúla, er hetta ein nýggj støða, og hon krevur at barnið dugir at bera seg rætt at í ferðsluni. Barnið lærir ikki um ferðslutrygd av baksetrinum í bilinum, ella við at hyggja í eina bók. Tí verður mælt til, at foreldur fara út í ferðsluna saman við barninum. Tess meira foreldur og børn venja í ferðsluni, tess raskari verður barnið at ferðast sjálvt.

 

Góð ráð og venjingar eru at finna á www.rff.fo.

 

Allir næmingar í 1. flokki fáa eisini aftur í ár ein flottan súkkluhjálm, og í heyst fáa tey yngstu endurskinsvest. Harumframt er ferðsla kravt undirvísingarevni í skúlanum.