Rak í 24 ár á havinum

Eftir at hava rikið í 24 ár á havinum, er ein fløskupostur funnin av einum 13 ára gomlum russiskum dreingi. Í 1987 var ein fimm ára gamal drongur úr Týsklandi á veg til Danmarkar við pápa sínum. Hann kastaði eina fløsku út í Eystursjógvin við brævi í - og nú 24 ár seinni er fløskuposturin funnin.

Tað er Associated Press, sum ber hesi tíðindi.

Tá 13 ára gamli Daniil Korotkikh herfyri gekk sær ein túr fram við strondini í heimbygd síni í Ruslandi, fann hann eina gamla fløsku.

Tá hann tók tøppin av fløskuni, sá hann, at eitt stutt bræv lá inni í fløskuni. Pápi hansara hjálpti honum at týða brævið - og har stóð:

?Eg eiti Frank, og eg eri fimm ára gamal. Pápi mín og eg eru á veg til Danmarkar við skipi. Um tú finnur hetta brævið, kanst tú skriva til mín - og so skrivi eg aftur til tín?.

Brævið í fløskupostinum er dagfest í 1987 og smádrongurin, ið kastaði fløskupostin, Frank Uesbeck, er í dag 29 ára gamal.

Av tí, at foreldrini hjá tí nú 29 ára gamla framvegis búgva á somu adressu, kundi russiski Daniil svara tí 24 ára gamla fløskupostinum og dreinginum, sum á sinni kastaði fløskuna út í Eystursjógvin.

- Eg kundi ikki trúgva tí, sigur Frank Uesbeck, tá hann fekk svarið úr Ruslandi.

Tá hann bert var fimm ára gamal, tá hann kastaði fløskupostin, er tað ikki meiri enn, at hann minnist hendingina.

Sjálvur heldur Frank Uesbeck, at tað var pápi hansara, sum skrivaði brævið, og nú ætlar hann at svara hinum 13 ára gamla russiska dreinginum aftur.