Rakettin var ikki russisk – og tað var ikki við vilja

Tað var eitt óhapp tá ið ein rakett rakti eina bygd í Póllandi í gjárkvøldið

Ein traktorur við viðfestisvogni var fyri, tá ið rakettin brast

Rakettálopið á Pólland í gjárkvøldið var ikki við vilja. Og rakettin var ikki russisk. Tað vísa tær kanningar, sum fyribils eru gjørdar eftir at ein rakett rakti lítlu bygdina, Przewodow, 12 kilometrar frá markinum til Ukraina.

 

Ukrainar vóru skjótir at geva russarum skyldina, men Jens Stoltenberg, Nato-aðalskrivari, sigur í dag, at eftir kanningunum higartil er tað einki, sum bendir á, at talan var um eina russiska rakett.

 

Tvørtur ímóti bendir alt á, at talan var um eina loftverjurakett úr Ukraina, sum fór av kós og sprongdist í bygdini. Sostatt er alt, sum bendir á, at talan var um eitt óhapp. Tvey fólk lótu lív í spreingingini.

 

Men Jens Stoltenberg leggur dent á, at kanningarnar eru ikki lidnar enn. Hann leggur eisini dent á, at hóast rakettin var ukrainsk, er tað ikk Ukraina, sum hevur skyldina.

 

Ukrain skeyt rakettuna fyri at verja seg. Tað er bara Russland og ágangur teirra ímóti Ukraina, sum hevur skyldina, sigur hann.

 

Eisini forsetin í Póllandi, Andrzej Duda, sigur, at rakettin var ikki russisk – og at talan var um eitt óhapp.

 

Ein traktorur við viðfestisvogni var fyri, tá ið rakettin brast