Rakstrarúrslitið hjá Bakkafrost samtakinum fyri fyrra hálvár 2017 var 795 milliónir krónur. Úrslitið aftan á skatt fyrra hálvár var 477 milliónir krónur.
Nógva virksemið í øðrum ársfjórðingi 2017 gav Bakkafrost samtakinum eitt gott rakstrarúrslit í hesum ársfjórðinginum. Úrslitini hjá alideildini og framleiðsluni av fiskamjøli, lýsi og fóðri vóru góð; men liðugvøruframleiðslan gav hall, tí umstøðurnar við høgum prísum á rávøruni vóru framvegis torførar.
– Nógv virksemi var í øllum trimum virksemisøkjunum hjá Bakkafrost í øðrum ársfjórðingi í ár. Rávørukeypið hjá Havsbrún var methøgt í ársfjórðinginum við 163,1 túsund tonsum av fiski. Alideildin tók 18,4 túsund tons í kruvdari vekt í ársfjórðinginum, sum er methøg tøkunøgd. Liðugvørudeildin framleiddi 5,3 túsund tons í kruvdari vekt í ársfjórðinginum. Trýstið á arbeiðsmarknaðin er stórt í Føroyum í løtuni, og hetta kann koma at ávirka virksemið.
– Bakkafrost strembar eftir at ala ein burðardyggan hágóðsku laks, har dentur verður lagdur á djóravælferð og atlit at umhvørvinum. Í mai 2017 fekk aliøkið A-71 Funningsfjørður ASC góðkenning, og Bakkafrost miðar ímóti, at øll aliøkini hjá felagnum hava ASC góðkenning í 2020, sigur Regin Jacobsen, stjóri.
Rakstrarúrslitið hjá Bakkafrost samtakinum fyri annan ársfjórðing 2017 var 459 milliónir krónur samanborið við 307 milliónir krónur fyri annan ársfjórðing 2016. Alideildin hevði eitt rakstrarúrslit á 489 milliónir krónur samanborið við 358 milliónir krónur annan ársfjórðing í fjør. Liðugvøruframleiðslan gav eitt rakstrarhall á 54 milliónir krónur fyri annan ársfjórðing í ár í mun til eitt rakstrarhall á 68 milliónir krónur fyri sama ársfjórðing í fjør.
Rakstrarúrslitið, EBITDA, av framleiðsluni av fiskamjøli, lýsi og fóðri á Havsbrún var 48 milliónir krónur samanborið við 45 milliónir krónur fyri annan ársfjórðing í fjør.
Í øðrum ársfjórðingi 2017 læt Bakkafrost fulltíðar starvsfólkunum frá 2016, ið enn eru í starvi í felagnum, bonus partabrøv svarandi til 2% av lønini í 2016. Samlað læt Bakkafrost starvsfólkunum 19,6 túsund partabrøv, sum svaraði til eitt virði á 4,7 milliónir krónur.
Nettoskuldin hjá Bakkafrost var 560 milliónir krónur við endan av øðrum ársfjórðingi 2017, og felagið hevði 719 milliónir krónur í ótroyttum kredittum. Solvensurin hjá Bakkafrost var 64% við endan av øðrum ársfjórðingi 2017.