Vónbrotið var stórt hjá Guttormi Sørensen, tá hann kom á mál sum nummar 17 av luttakarunum í hálvum marathon. Hóast tað illa ber til at sammeta bestu tíðina, sum er runnin í Føroyum við tað at renna í 36 hitastigum, so var nøsin sett upp eftir meira.
Soleiðis er besta tíðin, sum Guttorm hevur runnið, 1.13,07, og tað var bara tvey sekund verri, enn vinnaratíðin var sunnumorgunin.
- Hetta var ræðuligt. Alt tóktist annars ganga eftir ætlan fyrstu kilometrarnar. Eg kendi meg væl, og áskoðarar heppaðu á rutuni, so tað tóktist ganga heilt væl. Við vilja hevði eg lagt ferðina nakað lægri, enn eg vildi gjørt í Føroyum, og hetta helt eg meg til, hóast nakrir aðrir stungu av alt fyri eitt.
- Men eftir átta kilometrar var tað, sum fekk eg ein hamara í høvdið. Sjálvt um beinini vóru góð, so vildi kroppurin barasta ikki, og so er ikki nógv at gera. Tá var tað bara ein spurningur um at koma á mál, segði ein skuffaður Guttorm, tá hann eina løtu hevði sitið í skugganum og fingið luftina aftur.
Vónin hjá marathonrennarunum hevði annars verið, at lotið inn av strondini kundi svala rennararnar nakað. Men hetta var tó til onga hjálp.
- Vit runnu nógv inni í býnum, og har var luftin steindeyð. Vatnpostar vóru fyri hvørjar 2,5 kilometrar, men størsti parturin av hesum bleiv nýtt til at køla høvdið við. Og á seinastu postunum var vatnið vorðið somikiði heitt, at tað hjálpti millum lítið og einki kortini, segði Guttorm.