Rakul Maria og Elin Sofía fingu Betri legat

- Vit fegnast um stóra áhugan fyri Betri legatinum. Hetta avspeglar stóra áhugan hjá føroyska ungdóminum at víðka sjónarringin og leita sær íblástur úti í heimi, og vit eru fegin at kunnu geva okkara íkast til, at okkara lesandi fáa eina fjølbroyttari og betri útbúgving.


Tað sigur Ólavur Jensen, marknaðarleiðari í Betri, við heimasíðuna hjá samtakinum, í samband við, at samtakið hevur latið tveimum lesandi árliga stuðulin við heitinum Betri legat.


Hesaferð varð legatið á 15.000 krónur latið Rakul Maria Johannesen og Elin Sofía á Tjaldrarfløtti Vestergaard, og skal stuðulin brúkast til uttanlandsuppihald í sambandi við útbúgving.


Rakul Maria Johannesen, ið lesur jarðfrøði í Keypmannahavn, upplýsir fyri heimasíðuni hjá Betri, at stuðulin verður brúktur til lestur í Svalbard.


- Eg eri ótrúliga glað fyri at hava fingið Betri legatið. Hetta kemur væl við, tí tað er dýrt at liva í tí fjarskotna partinum av Norra og veðurlagið hevur við sær, at tað krevst nógv og góð útgerð. Hóast eg faí skúlagongdina goldna, skal eg gjalda bæði ferðing, útgerð, undirvísingartilfar og felttúrar, umframt leigu, mat og lummapengar, so hetta kemur sera væl við, sigur Rakul Maria Johannesen við heimasíðuna hjá Betri, og leggur afturat.


- Valið fall á Svalbard, tí universitetið er ógvuliga viðurkent og nógv av teimum fyribrigdunum, sum hava gjørt Føroyar soleiðis, sum vit kenna tær í dag, fara fram beint nú uppi á Svalbard. Henda samanseting ger tað til ein einastandandi møguleika fyri meg og nú kann eg av álvara byrja at gleða meg at fara avstað.


Elin Sofía á Tjaldrarfløtti, ið lesur fólkalívsfrøði, upplýsir fyri heimasíðuni, at hennara stuðul verður brúktur til feltarbeiði í New Zealandi.


- Hetta er fantastiskt og ger bara alt eitt sindur betri, sigur Elin Sofía á Tjaldrarfløtti við heimasíðunua og leggur afturat.


- Eg havi valt at fara til býin Christchurch, tí hesin býur var í 2010 og 2011 raktur av ógvusligum jarðskjálvtum, ið høvdu við sær, at neyðugt var at taka nærum allan miðbýin niður og síðan byggja hann upp aftur. Hetta hevur gjørt býin til eitt laboratorium fyri býarmenning og eg eri sera spent at sleppa avstað at gera feltarbeiði har.


Samtakið upplýsir, at 15 umsóknir vóru til legatið.