Randi og Malan í Gallarí Ribarhús

Leygardagin 7. januar lata Randi M. Gunnarsdóttir og Malan Rubeksen upp eina listaframsýning í Gallarí Ribarhús í Fuglafirði. Framsýningin er opin til og við 29. januar

Randi M. Gunnarsdóttir og Malan Rubeksen, sum báðar eru úr Havn, lata upp eina listaframsýning við føroyskum myndevnum í Gallarí Ribarhús leygardagin 7. januar.

Randi hevur undirvíst í tekning og máling í Havn, Kollafirði og Fuglafirði í fleiri ár. Umframt hetta arbeiðir hon sum stuðulspedagogur.

Malan er útbúgvin hondarbeiðslærari og hevur fingist nógv við ymiskt kreativt arbeiði. Fyri nøkrum árum síðan gekk hon á einum skeiði hjá Randi M. Gunanrsdóttir í tekning og máling. Dagliga arbeiðir hon á Hotel Hafnia.

Randi og Malan hava fyrr verið við á fleiri ymiskum framsýningum í Føroyum. Tær hava eisini havt framsýningar saman, eins og tær nú hava í Gallarí Ribarhús.

Framsýningin er opin: mánadag-fríggjadag frá kl. 15-17.30, leygardag frá kl. 11-13, og sunnudag frá kl. 15-18, har øll eru vælkomin.