Randi setti nýtt met

Randi Kúberg hevur sett nýtt føroyskt met í sleggjuvarpi. Hetta gjørdi hon leygardagin, tá hon í fyrstu kastikappingini á árinum kastaði 35,40 metrar. Randi átti sjálv gamla metið, sum var 35,14. Hjá monnum hevði Heri Ziska eitt kast, sum var longur enn tað, sum vann bronsu á seinastu oyggjaleikkum.