Um vikuskiftið var kappast í tilsamans níggju greinum hjá kvinnum og monnum, tá FM-kapping í frælsum ítrótti var á Tórsbreyt. Leygardagin var veðrið keðiligt, men sunnudagin var hinvegin av allarfagrasta veðri, so tað var undir sera ymiskum umstøðum, at kappast var hesar báðar dagarnar.
At veðrið leygardagin ikki var av tí besta, forðaði tó ikki fyri, at tað eydnaðist einum íðkara, Randi Kúrberg, at seta nýtt føroyskt met í sleggjuvarpi, tá hon í aðru av fimm royndum fekk varpað sleggjuna út á 40,46 metrar.
– Eg kann bara lata væl at, tí eg setti met, og hetta var eisini tað, sum eg vildi í ár, at sleppa út um 40 metrar. So var tað bara rotið, at tað ikki var á Oyggjaleikunum, tá eg var beint niðan fyri 37 metrar. Í fjør setti eg met til FM við 39,79 metrum, so teir 40 metrarnir hava ligið og lúrt har. Hetta var eitt slag av einum marknasteini, sum eg vildi sleppa framvið, sigur Randi Kúrberg.
– Vit hava enn ikki fingið sett nøkur merki á Tórsbreyt, sum vísa, hvar metini eru, men Heri Ziska hevði sett fløgg upp, har sum metlongdirnar vóru, og tí sá eg, at sleggjan eg fór út um tað. Eg helt annars ikki, at kastið var serliga gott. Tað var tekniskt gott, men eg helt, at tað kundi verið meira ferð á. So eg seti mítt álit á, at eg klári longur enn hatta.
Vert súru løturnar
Randi Kúrberg heldur, at tað, at veðrið ikki var til vildar leygardagin, ikki sá út til at ávirka so nógv í kastigreinunum, og hon vísir millum annað á, at umframt hennara met, so hevði Heri Ziska eina góða sleggjukapping, har hann rakk næstan fýra metrar longri enn á Oyggjaleikunum í Álandi fyri einum mánaði síðani.
– Eisini Meifríð Weihe Hansen kom í nánd av sínum persónliga meti, umframt at fleiri av teimum ungu og nýggju settu persónlig met, so tað gongur tann rætta vegin. Illveður og regn er eftir øllum at døma nakað, vit trívast væl í, sigur Randi, sum kortini heldur, at hetta er vert tær súru løturnar og alt stríðið undir venjing:
– Vit liggja og knossa fleiri tons um vikuna í Yndi, umframt at vit standa úti í regni og kulda og draga sleggjuna gjøgnum krapa, men tað er avgjørt tað vert, tá tú so fært úrslitini afturfyri.
MYNDATEKSTUR:
Randi Kúrberg, sum her roynir seg í longdarlopi leygardagin, megnaði tá eisini at seta nýtt føroyskt met í einari av hinum greinunum, sleggjuvarpi, tá hon fyri fyrstu ferð kom út um 40 metrar
Mynd: Hvirlan