Í annaðkvøld verður fult umfar, og føroyski málverjin og viðleikararnir vitja hjá Þór/KA, sum liggur á sætta plássinum.
Valur er trý stig framman fyri nærmasta kappingarneytan KR.
Tað hevur gingið væl hjá Randi Wardum, síðan hon flutti til íslendskan fótbólt. Hon hevur vunnið sær sætið millum stengurnar, og higartil kann fingurin heldur ikki setast á úrslitini