Rangers skuffaðu og ruku út

Glasgow Rangers megnaðu ikki at standa ímóti pressinum, og ruku og fuku. Tá síðsta bríksl ljóðaði, stóð máltalvan á 3-0 til gestirnar, og samstundis høvdu Rangers mist ein mann fyri harðskap á vøllinum.

 

Í Roma var dystur millum Roma og Manchester United. Sir Alex Ferguson hevði valt at byrja við Wayne Rooney, men annars nærum bert við ungum leikarum, móti einum Roma liði, ið eisini nýtti hendan taktikk. Dysturin varð av tí sama nakað javnur í byrjanini, og tá ungi Gerard Pigue skoraði fyri United, byrjaði heimaliðið at taka meira og meira tamarhald á dystinum, og eftir at hava rakt tvørtræið tvær ferðir, hendi tað sum mátti henda. Roma javnaði við máli frá brasiliumanninum Mancini.

 

Tað sum merkti dystin meira enn fótbólturin, tað var tað sum hendi undan dystarbyrjan. Stórur bardagi var millum viðhaldsfólk hjá Roma og tey hjá United, og endin var at 7 ensk viðhaldsfólk vórðu innløgd á sjúkrahús í italska høvuðstaðnum.

 

Er tað ikki í tøkum tíma at UEFA stjórnarlimir lætta sær á og hyggja yvir marglætislívið, teir liva, og sekta italsk lið hart og kontant.

 

Arsenal vunnu sín dyst í kvøld, men lítið nyttaði, tí Sevilla vann eisini sín dyst. Sostatt megnaði Arsenal ikki at røkka fyrsta plássinum í bólkinum, men víðari komu teir so.

 

Tey 16 liðini, ið hava tryggjað sær víðari luttøku eru:

Porto, Liverpool, Chelsea, Schalke, Real Madrid, Olympiakos, Milan, Celtic, Barcelona, Lyon, Man Utd, Roma, Inter, Fenerbahce, Sevilla, Arsenal.